Vitan, vinna og vøkstur ganga hond í hond

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum
------

Fróðskaparsetur Føroya, okkara fremsti útbúgvingar-og granskingarmiðdepil, setir kós inn í framtíðina

Fróðskaparsetrið skipaði fyrr í vikuni fyri ráðstevnu í læraraskúlahøllini við heitinum “Menning av Fróðskaparsetri Føroya”, ið var ætlað øllum ting- og landsstýrisfólkum. Á ráðstevnuni vóru nógvar áhugaverdar framløgur og fyrilestrar um útbúgvingar- og granskingarvirksemi. Kunnað varð eisini um bygnaðarbroytingar, útbyggingarmøguleikar, nýggjan samleika, setan av nýggjum rektara v.m.
Nógv kundu hugsað sær, at menningin av Setrinum gekk uppaftur skjótari, eisini eg. Men vit eiga at fegnast um, at Setrið seinnu árini hevur fingið væl hægri játtan og nógv fleiri lesandi. Ikki minst fegnast um, at Løgtingið í vikuni gekk umbøn um eykajáttan á møti, sum tryggjar, at tað ber til hjá fleiri at byrja sína útbúgving í Føroyum, eisini í ár.
Men sum Herálvur Joensen, formaður í setursstýrinum segði á ráðstevnuni, so tekur tað tíð at vaksa. Tað gerst ikki í einum ella “overnight”.
Visjónir og nýggjar útbúgvingar
Framløgurnar á ráðstevnuni góva okkum eina greiða ábending um, at vit hava ein visioneran stovn í stórari menning, og at setrið eru við í samstarvi um nógvar spennandi og viðkomandi granskingarerkætlanir, bæði innanlendis og uttanlands. Setrið fær hollan stuðul frá nógvum stovnum og skipanum eitt nú Havstovuni, Søvnum Landsins, sjúkrahúsverkinum, Granskingargrunninum, Fiskaaling, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Vinnuframagrunninum, Fiskivinnuroyndum o.ø. Harumframt hevur Fróðskaparsetrið gott samstarv við nógv universitet í øðrum londum.

Beint nú verða nýggjar útbúgvingar fyrireikaðar innan matvøruverkfrøði, sea-food management og fjølmiðlafrøði. Fróðskaparsetrið leggur eisini stóran dent á táttin um lívlanga læring. Og á ráðstevnuni greiddu fleiri av deildunum frá møguleikunum fyri eftirútbúgving, uppstigan av útbúgvingum, møguleika fyri partíðar- og stakgreinalestri o.a.

Endamálið er at taka inn lesandi á hvørjum ári
Í 2010 tóku vit lesandi inn á øllum megindeildum á Setrinum, og í ár taka vit lesandi inn á 4 av 5 megindeildum. Tað er heilt nýtt, at tað ber til at byrja lestur á hvørjum ári á Setrinum.
Endamálið við tí rikna politikkinum seinastu árini er, at okkara hægsti vitanarstovnur fer at taka inn lesandi á øllum deildum á hvørjum ári í framtíðini, og at útboðið av útbúgvingum verður alsamt meiri fjølbroytt – og ikki minst, at vit megna at fylgja við í granskingini. Tað er ein megingtreyt, at øll hægri útbúgving er granskingargrundað.
Fjarlestur, samlestur og joint degree
Vit hava fyrireikað, hvussu farast kann undir at skipa fjarlestur. Tí heimurin liggur opin fyri okkum. Møguleikarnir eru óendaligir, um Fróðskaparsetrið verður høvuðsinngongdin til eina holla útbúgving hjá einum vaksandi skara av okkara ungdómi, til eina útbúgving, sum kann verða sett saman av lestri bæði her heima og uttanlands, joint degree.
Vit eiga ikki at læsa okkum í sjónarmiðnum, at øll skulu fáa sær útbúgving í Føroyum. Tvørturímóti skulu vit lata upp fyri, at so nógv sum møguligt ynskja at fáa sær eina útbúgving, annaðhvørt tað so er her heima, uttanlands ella bæði.
Vit skulu gera tað møguligt at byrja at lesa í egnum landi, tí kanningar vísa, at tess seinni ungdómurin fer av landinum – eitt nú í lestrarørindum – tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey hava hug at venda aftur.
Vit eru kappingarfør
Tað er í verki prógvað, at vit meiri enn so eru kappingarfør, bæði innan havfrøði, náttúrufrøði, málfrøði og aðra gransking. Júst tí skulu vit hugsa vinnulív, búskap og marknaðarføring, eins væl og um kreativar førleikar, mál og fremmandamál, tá vit seta okkum fyri at fjøltátta útbúgvingar- og granskingarskipanir.
Maritimar útbúgvingar á enn hægri støði
Vit eru í einari serstøðu, tá um maritimar útbúgvingar ræður. Hesar útbúgvingar hava gott umdømi, og vit eru fakliga væl fyri á hesum øki. Tann fyrimunin skulu vit tora at byggja víðari á, og at lyfta sjóvinnuútbúgvingarnar upp á hægri støði. Arbeitt verður við hesum í løtuni, í neyvum samstarvi við øll, sum varða av útbúgvingunum.
Eg haldi, at vit eisini skuldu sett okkum fyri at bjóða maritimar útbúgvingar á enskum máli. Tað kundi drigið onnur til okkara at nema sær útbúgvingar.
Vitan, vinna og vøkstur ganga hond í hond
Tað er umráðandi, at tilknýtið millum vinnulívið og Fróðskaparsetrið verður styrkt. Tað er mín vón og mítt ynski, at vinnulívið í Føroyum í framtíðini fær virknari lut í menningini av teimum hægru útbúgvingunum, og at vinnulívið kennir ognarskap í hægri lestri og gransking og er við til at stinga út í kortið, hvønn veg vit sum samfelag eiga at fara.
Føroyskur ungdómur sleppur í alsamt størri mun at lesa ókeypis á lærustovnum ymsa staðni í Evropa. Tað er ikki tí, at hesi lond ynskja at gera júst okkum føroyingum eina tænastu. Tað er av teirri einføldu orsøk, at lestrarøki eisini altíð eru vakstrarøki. Og har, sum tað er eitt sterkt og fjølbroytt lestrarumhvørvi, har er eisini vøkstur og trivnaður.
Í hesum døgum byrjar eitt nýtt tíðarskeið á Fróðskaparsetrinum: við nýggjum bygnaði, nýggjum samleika og við nýggjum rektara.
Eg vil ynskja Setrinum, øllum setursfólkum, setursvinum, leiðslu, lærarum og lesandi blíðan byr, og hjartaliga tillukku til Sigurð í Jákupsstovu við starvinum sum nýggjur rektari á Fróðaskaparsetri Føroya.