Fyri eini løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp á Sundsvegnum í Havn. Ein bilur rendi í ein garð og fekk nakað av skaða. Bæði løgregla og sjúkrabilur fóru á staðið. Fólkaskaði var eingin, men av trygdarávum fór førarin kortini á Landssjúkrahúsið til eygleiðingar.
Løgreglan sigur, at tað var bara hesin eini bilurin, sum var við í óhappinum, men akkurát hvussu hann kom soleiðis fyri, vita tey ikki enn.