- Tey eru summi í miðstaðarøkinum, sum ikki vita hvar kjøtið kemur frá. Tey hava ikki møguleika fyri at verða ein partur av landbúnaðinum, men leygardagin fingu tey innlit, sigur Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum.
Tað hendir meira enn so, at fólk í stórbýum verða skýrd fyri, at ikki hava samband við náttúruna. Tey halda, at maturin kemur úr kølidiskinum í matvøruhandlunum, siga tey atfinningarsomu.
Tað er ikki so galið í Føroyum, men vit hava somu trupulleikar sum aðrastaðni.
- Tað er partvíst soleiðis í Havn. Tað eru nógvir føroyingar, sum hava rímiligt samband við jørðina, men tað eru eisini fólk, sum ikki hava møguleika fyri tí og tí ikki kenna til hagreiðing av kjøti. Tey fingu leygardagin møguleika fyri at síggja tað, sigur Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum.
Hann heldur, at tiltakið leygardagin - Slaktið - var av tí allar besta, tí soleiðis er veruleikin og eingin orsøk er til at fjala tað.
- Soleiðis er tað í øllum teimum kendu býunum gjøgnum Evropa. Tað eru kjøtmarknaðir allastaðni og tað kann tað eisini vera í Føroyum, staðfestir Sigert Patursson.