Vit vístu okkara ónøgd – men fingu einki nýtt at vita

Borgarstjórarnir í Suðuroy hava havt fund við Strandferðsluna um ferðasambandið, nú Herjólfur 3 skal røkja tað einsamallur

Borgarstjórarnir í Suðuroy hava nú verið á fundi við Strandferðsluna um ferðasambandið ímillum Suðuroy og Havnina, nú Smyril fer í dokk og herjólfur 3 skal røkja siglingina einsamallir. Suðuroyingar stúra fyri, hvussu tað fer at vera, tó Herjólfur tekur bara ein triðing av tí farmi, og teimum bilum, Smyril tekur, og hann tekur ikki helvtina av ferðafólkunum, Smyril tekur.

 

Les meiri um tað her: Tað fer at merkjast hjá suðuroyingum  

 

Samstundis hendir tað seg meiri enn so, at Smyril er ov lítil. Bara í gjárkvøldið, eitt hóskvøld, stóðu eini 10-20 bilar eftir á Krambatanga, tí teir sluppu ikki við tí tað var ikki pláss. Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, sigur stutt og greitt, at tað kom einki burtur úr fundinum við Strandferðsluna, sum var í gjár. Hann sigur, at borgarstjórarnir vístu sína ónøgd við støðuna, men hann sigur, at Strandferðslan hevur onga aðra loysn í ermuni. Borgarstjórarnir fingu at vita frá Strandferðsluni, at tey hava leitað eftir avloysaraskipum, men at eingi eru til taks, sum eru góðkend at sigla um okkara leiðir. Onkur reiðarí hava skip, men tey skulu sjálvi brúka tey til avloysaraskip, og tey skulu vera klár í eini knappari vending, fáa tey brúk fyri tí og tí eru tey ikki sinnað at leiga tey úr.

 

Strandferðslan fær heldur ikki gjørt meiri enn hon hevur fígging til. Sostatt er alt, sum bendir á, at tað verður Herjólfur 3, sum verður álitið hjá suðuroyingum, tá ið Smyril fer í dokk 16. august, og til hann verður aftur í sigling fyrstu vikuna í oktober.