Vit vinna við trimum málum

Týskir fótbóltsákoðarar, sum komu til Føroya týsmorgunin, vænta at vinna á føroyingum í kvøld. Fýra mál móti einum, er boðið, summir teirra hava

Flogvøllurin:Fýra eitt til Týskland tippar Detlef Tomeinsky, sum er komin at hyggja at fótbótlsdystinum á Tórsvølli í kvøld.
?Eg var í Hannover og sá dystin har. Føroyingar spældu betri, enn eg hevði roknað við, men týskarar ikki so væl, sum teir kundu. Eg vænti ein øðrvísi dyst hesaferð, men ikki so øgiliga stóra mun kortini. Men trý mál fáa vit fleiri enn føroyingar. Fýra eitt vinna vit, sigur Detlef Tomeinsky, sum saman við umleið 400 øðrum týskarum er komin higar at hyggja at fótbólti í kvøld.
Hann er úr lítla býnum Beckum, sum liggur einar 50 kilometrar uttan fyri Dortmund, greiðir hann frá. Er sera áhugaður í Fótbólti, og fylgist við einum vinmanni, ið, sum vitiligt er, hevur sama áhuga. Teir hava verið í Skortlandi og sæð dystin millum Skotland og Týskland,og teir eru ikki nøgdir við úrslitið haðani. 1-1 var ov lítið, halda teir.
Teir leggja ikki einki fyri, til tess at koma hendanveg. Koyra við bussi úr Dortmund til Calais í Fraklandi. Haðani við ferju til Dover í englandi. Aftur við Bussi til Glasgow. Har hava teir verið í einar tríggjar dagar, áðrenn teir komu til Føroya við Atlantsflogi týsmorgun. Steðga her í tveir dagar, og so sama veg heimaftur.
?Men vi hava fingið atgongumerki. Tað keyptu vit frá viðhaldsfelagnum, Borussia, greiða teir frá, og lata skilja, at so heppin eru ikki øll, sum kortini eru komin hendanveg.
Um Føroyar vita teir lítið. Siga seg hava frætt, at her er nógvur seyður, og tað er so tað.
Men fyrsta teir vóru komnir í land, varð farið til kunningardiskin at fáa sær tað tilfar, sum har fanst um Føryar. Og teir fegnaðust um, at ferðafaldararnir eisini vóru at fáa á týskum. Tað hjálpti væl um, hildu teir.
Tað var at skunda sær í bussin, har nógvir av ferðafeløgunum longu bíðaðu. Tað vísti seg, at teir skuldi til Gjáar at búgva. Ivaleyst á Gjáargarði. Men teir skuldu helst ikki eta har, uttan í einum býi tætt við, visti onkur at siga. Og tað vildi onkur, sum helt seg hava frætt meira nágreiniliga, halda, skuldi nokk verða einastaðni, sum æt Eiði.