##med2##
Hvat leggja tit í Fólkaflokkinum í hetta at hava eitt umboð á Fólkatingi?
- Tað er greitt, at fólkatingssessurin er ein týdningarmikil og strategiskur postur, tá hugsað verður um politiska landslagið. Sessurin hevur eisini sín týdning, soleiðis at vit kunnu vísa á flokkin og okkara politikk.
Christian Andreasen heldur tað vera ógvuliga týdningarmikið, at Fólkaflokkurin fær umboðið aftur á Fólkatingi.
- Tí, Fólkatingið er eisini ein pallur og ein máti hjá okkum at gera okkara ávirkan galdandi – ikki minst, tá tað kemur til viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Christian Andreasen, formann Fólkafloksins, á FM1 í dag. Øll samrøðan hoyrist við at trýsta á pílin undir myndini.