Vit vilja vísa at vit eru errin av hvørji vit eru

Eitt, sum hevur fingið fólkatalið í Føroyum at vaksa, er, at samkynd sleppa at giftast - men enn er nógv arbeiða eftir

Hetta er ein fagnaðardagur, at vit fagna ymiskleikanum, og har vit eru errin av at vísa, hvørji vit eru.

Tað sigur Eiler Fagraklett, sum er við til at skipa fyri Faroe Pride tiltakinum, sum verður leygardagin 27. juli.

Tað verður kendi danski sjónvarpsverturin, Hans Pilgaard, sum fer at seta ársins Pride tiltak og hjá nógvum er hetta startskotið til ólavsøkuna.

Ársins Pride skrúðgonga byrjar á Tórsvølli í leygardagin klokkan 15.45, har skrúðgongufólki fær  skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar, og síðani verður farið í skrúðgongu oman í býin, har røður, konsertir, og annað verður.

Eiler Fagraklett sigur, at tet hava vunnið nakrar sigrar, men tey kunnu skjótt missa teir aftur -og enn er nógv eftir á mál, til samkynd hava fingið full javnrættindini.

Men tað, at samkynd eru sloppin at giftast, hevur gjørt Føroyar rúmligari, og tað er ein partur av orsøkini til, at fólkatalið er vaksið hesi seinastu árini, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Eiler Fagraklett greiða frá Faroe Pride leygardagin