Vit hava fólkaræði. Virkisfrælsi og savningarfrælsi. Frælsi at mótmæla og rætt at verja. Eisini eitt fríøki. Ein part í eini náttúruheild - Sandagerði, Sandá og Havnardalur. Eitt áarlendi, sum fólk eru góð við og njóta dagliga.
Áhugabólkurin miðar ikki eftir at skapa øsing. Men vit brúka okkara fólkaræðiliga rætt at gera eina roynd afturat at varðveita Fríøkið. Tí, tað er ov virðismikið at fara undir betong og asfalt. Og fólk endurtaka: Hetta má ikki henda.
Eitt náttúruøki - eingin árinsmeting
Ein grundgeving hjá Áka Andreasen er eisini, at talan er um avgrevstur. Tí er Fríøkið ikki eitt náttúruøki. Loyvi mær tí at rógva aftur á aftur málið:
Grundgevingin bendir á, at summi skilja ikki, hvat eitt fríøki er, og at náttúran við eina á er virðismikil. Á einum fríøki kann almenningurin ferðast frítt. Ross ella seyður gongur ikki á biti. Er hvørki hagi, trøð ella byggiøki. Men almenn náttúra at njóta. Og har náttúrumargfeldi fær frið. Vit hava bara tvey í Tórshavnar kommunu: Niðastu Hoydalar og Fríøkið við Sandá. Tí eiga vit at varðveita hesa fólkaogn.
Summi niðurgera lendið. Onnur virðismeta tað. Frægu náttúrufrøðingarnir Magnus Gaard og Finnur Lútzen siga, at Fríøkið er eitt virðismikið lendi við grasi, lyngi, mýru, gróti og nógvum plantum mitt inni í býnum. Á norðurlendskum plantudegi vórðu yvir 90 plantur taldar í Sandagerði og framvið Sandá. Teir mæla sjálvandi til, at alt lendið verður varðveitt.
Vit hava fýra størri áir - Hoydalsá, Havnará, Rættará og Sandá. Við Havnará og Rættará er bygt. Men við Hoydalsá og Sandá er nærum um óbygt. Tí eiga vit at lata hesi áarlendi fáa frið. Vit eiga at virðismeta hesi lendi - at lata okkara eftirkomarum órørd. Tí savna vit undirskriftir. Hevði nakar dittað sær at mæla til at byggja ein 14 metrar høgan bygning við Svartafoss? Nei. Hann fer at skemma, høvdu fólk sagt. Men tað ger hann eisini við fossin í Sandá.
Eftir Náttúrufriðingarlógini má ikki byggjast nærri enn 300 metrar frá áum, sum eru 4 metrar breiðar. Lógarsmiðirnir settu hesa frástøðu, tí áir og vøtn eru virðismikil partur í náttúruni. Men Yvirfriðingarnevndini kann gera frávik. Tíverri er nevndin í so røsk at geva frávik. Páskotið er, at har er bygt frammanundan. Tað gjørdi hon eisini við Sandá. Uttan at nøkur árinsmeting varð gjørd. Men, um kommunan hevur ein náttúru- og umhvørvispolitikk, fremur hon ikki eina byggiætlan við størstu ánna í Suðurstreymoy. Í ES er samtykt at endurbøta náttúru - nógva náttúru. Skulu vit halda fram at oyða virðismikið náttúrulendi, tá tað er óneyðugt?
##med2##
Har skuldi ikki byggjast
At byggja við Sandá er eisini ímóti útstykkingarætlanini. Við hesi fyritreyt ognaðu 75 sær grundstykki á Múllerstrøð: "Stykkið millum býligarnar 1 og 2 verður lagt út til frítt øki, og má ikki byggjast á, og tað sama er galdandi fyri øki 2, oman móti Sandá".
Býráðið legði tó vertin á hesa treyt, tá tepur meiriluti broytti byggisamtyktina í 2011. Og har skal byggjast um ein mánað. Um ikki býráðið hálsar um og virðir Fríøkið og grannarnar, sum ongantíð eru partshoyrdir eftir Fyrisitingarlógini. Vit halda, at teir eiga at verða partshoyrdir, um vit eru eitt rættarsamfelag.
Heldur ikki er tinglisni servitutturin frá 1975 hildin: "Øki til veg, bilstøðlar, fríttøki, spælipláss... verða beinanvegin, sum byggibúningin er lokin, at leggja út sum almenn ogn uttan endurgjald av nøkrum slagi." V.ø.o. ein gáva og okkara alra ogn.
Men byggisamtyktin varð broytt eftir hart trýst. Tað ásannaði Bogi Andreassen, limur í byggi og býarskipanarnevndini í 2011 í samrøðu við meg í fjør. Hvørki hann ella Levi Mørk, Jógvan Arge ella Elin Lindenskov, limir í nevndini tá, sóu tinglisna skjalið, hóast mótmælandi argjamenn løgdu tað fram. Skjalið fanst ikki í skjalagoymsluni. Tilvitað ella ótilvitað?
Tað varð hvørki sent Yvirfriðingarnevnd ella Innlendismálaráðnum. Aðalráðið skal annars hava eftirlit við, at alt fer rætt fram, tá byggisamtykt skal broytast... Ráðgevingin hjá aðalráðnum, Býarskipanarnevnd Landsins, mælti frá at broyta byggisamtyktina. Tað hóvaði ikki Vaglinum. TK skrivaði tí ráðnum bræv við boðunum: aðalráðið skal ikki lurta eftir býarskipanarnevndini. Aðalráðið eftirlíkaði. Trýst?
Valið vísti hvat fólk ynsktu
Ein býráðspolitikkari síðsta valskeið var ímóti at byggja á Fríøkinum frá tí degi, at Yvirfriðingarnevndin endurýggjaði frávikið frá friðingarlógini í oktober 2021 - Elsa Berg, borgarstjóri.
Elsa fekk dygga undirtøku á valinum í november. Tvífaldaði atkvøðutalið til meira enn 1000. Hon hevur vart náttúru og umhvørvi. Og tí stuðlaðu mong henni.
Afturímóti mistu tey, sum atkvøddu fyri byggiloyvinum, atkvøður. Eisini á Argjum. Nógvir veljarar valdu náttúru og rættartrygd í november. Um nýggi meirilutin skal hava trúvirðið, hevur hann eitt val. Øll vita, hvat tað er. Tað er býráðið, sum er byggivald. Eingin annar.
Vit, sum hava fylgt gongdini í Tórshavnar kommunu seinastu hálvu øldina, vita, at nógvar skundloysnir eru framdar. Í nøkrum málum hevur hjálpt at mótmæla. Tað hevur kostað. Men fólkið her býr fegnaðist.
Tí savna vit undirskriftir fyri at varðveita Fríøkið við Sandá!
Gevið gætur: Savna undirskriftir til 23. februar
Komandi leygardagar ber til at skriva undir áheitanina at varðveita Fríøkið frá kl.10. Og sunnudagar frá kl. 12.
Ber ikki til at møta upp á staðnum er ein talgild innsavning her:
https://form.jotform.com/250323740887056












