- Vit vóru hepnir ímóti Føroyum í síðstu undankapping

Tað sigur blaðstjórin av ungarsku útgávuni av kenda fótbóltsblaðnum, Four Four Two

HM-undankappingardysturin ímóti Ungarn byrjar hvørja løtu. Føroyar vóru eisini í bólki við Ungarn í farnu undankapping, har ungarar vunnu báðar dystir tepurt - 1-0 á Tórsvølli og 2-1 í Budapest.

 

Undan dystinum varð prátað við redaktørin av ungarsku útgávuni av kenda fótbóltsblaðnum, Four Four Two. Redaktørurin eitur Gyorgy Szollosi.

 

Gyorgy Szollosi heldur, at ungarar vóru hepnir í dystinum á Tórsvølli fyri tveimum árum síðani.

 

- Føroyar spældu betur í fyrra dystinum, og vit vóru beinleiðis hepnir at vinna dystin. Adam Szalai skoraði eitt heppið mál, og okkara málmaður spældi ein framúr góðan dyst. Men tað eru málini, ið vinna fótbóltsdystir. Føroyar spældu tó sera góðan álopsfótbólt, sigur redaktørurin.

 

Í seinna dystinum í Budapest kundu føroyingar eisini eins vøl vunnið, heldur Gyorgy Szollosi.

 

- Føroyar skoraðu fyrsta málið í Budapest, og at skora fyrsta málið er ofta fyrsta stigið ímóti einum sigri. Eg klári at ímynda mær, at føroyingar vóru sera vónbrotnir eftir dystin, tí at eg viðgangi gjarna, at tit vóru snýttir fyri eitt klárt brotsspark í seinna hálvleiki. Vit vóru sera hepnir í báðum dystunum, men tað er ikki bara hepni, tá ið vit vunnu tvær ferðir, sigur Gyorgy Szollosi.

 

Gyorgy Szollosi væntar ein torføran dyst í kvøld, men hann trýr upp á ein tepran sigur til Ungarn.

 

- Tað ringa veðrið er helst ein fyrimunur fyri føroyska liðið, og fær Føroyar fyrsta málið, so verður tað ómetaliga torført hjá Ungarn at vinna. Annars vóni eg, at Ungarn vinnur við einum ella tveimum málum, sigur ungarski redaktørurin av Four Four Two at enda.