Trupulleikin við fjølmótstøðuførum bakterium verður tikin í størsta álvara.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvussu støðan er viðvíkjandi tí álvarsama trupulleika, mótstøðuførar bakteriur kunnu elva til.
Sirið Stenberg sigur, at seinastu árini er nógv gjørt fyri at basa trupulleikanum og arbeitt verður alla tíðina fyri at bøta enn meiri um støðuna.
– Nógv orka verður løgd í at gera mannagongdir, í at undirvísa starvsfólkum, sjúklingum og avvarðandi í, hvussu tey skulu bera seg at fyri at forða fyri smittuspjaðing, sigur Sirið Stenberg.
Hon vísir á, at ein smittuverjunevnd er á Landssjúkrahúsinum og arbeiðir støðugt við evninum í samstarvi við Statens Serum Institut.
– Starvsfólk, sum verða sett í starv á sjúkrahúsinum, skulu á smittuverjuskeið, og Landssjúkrahúsið bjóðar eisini heilsustarvsfólkum uttanfyri sjúkrahúsverkið á skeið
– Síðan 2007 hevur smittuverjufrøðingur verið í starvi á Landssjúkrahúsinum og hann hevur øll trý sjúkrahúsini undir sær, umframt tey heilsustarvsfólk, sum arbeiða uttanfyri sjúkrahúsverkið.
Tveir mikrobiologar frá Statens Serum Institut eru fast knýttir at Landssjúkrahúsinum og eru eina viku hvørt vár á Landssjúkrahúsinum. Somuleiðis er mýlafrøðingur knýttur at Landssjúkrahúsinumm umframt at framkomin útgerð er fingin til vega, sum kann staðfesta fjølmótstøðuførar bakteriur munandi skjótari enn annars.
Landssjúkrahúsið samstarvar eisini við Apotekið, har ein apotekari er í hálvum starvi á Landssjúkrahúsinum. Hansara uppgávan er at fylgja við heilivágsnýtsluni, umframt at ráðgeva og undirvísa í, hvussu antibiotika skal brúkast.
Somuleiðis hava sjúkrahúsini sínu egnu reingerðarfólk, og neyvar reglur eru um, hvussu tað skal gerast reint fyri at tryggja, at tað verður gjørt væl og virðiliga.
Samstundis verða allir sjúklingar sum koma frá útlendskum sjúkrahúsum, ella hava verið í sokallaðum “vandaøki” kannaðir, tá teir koma inn á sjúkrahús í Føroyum.
Sirið Stenberg heldur, at samanumtikið er tamarhald er á støðuni, tá ið hugsað verður um, at tað ikki hevur verið nakað nýtt útbrot síðan útbrotið í 2015 -2016.
Hon leggur afturat, at ið Landssjúkrahúsið er bygt út, verða umstøðurnar at avbyrgja sjúklingar góðar. Umframt tvær væl útgjørdar háisolatiónsstovur, eru bert einastovur í nýggja bygninginum.
Hon sigur, at hon hevur eisini gjørt av, at vit skulu hava ein niðurskrivaðan antibiotikapolitikk fyri Føroyar. Skjøtul er settur á arbeiðið og tað skal vera liðugt sum skjótast.










