Vit tóku trivnaðin og umhvørvið í álvara

Fyri fýra árum síðani legði Tjóðveldi til brots fyri at sleppa upp í aftur meirilutan í Tórshavnar Býráð. Tá høvdu vit sitið í minniluta eitt valskeið, meðan ein borgarlig samgonga ráddi á Vaglinum

Vit fingu eitt gott val og okkara umboðan vaks enn einaferð – hesaferð úr trimum upp í fýra býráðslimir. Og hartil vóru kynini javnbjóðis umboðað við tveimum kvinnum og tveimum monnum.

 

Eftir ymsum sniðgøtum, sum ofta hendir í kommunupolitikki, eydnaðist okkum at koma í samgongu saman við Javnaðarflokkinum, eina samgongu við fýra kvinnum og trimum monnum. Sermerkt og óhoyrt í Havnar 100 ára býráðssøgu.

 

Býráðssamgongan setti sær fyri at veita borgarunum betri tænastur og leggja dent á trivnaðin hjá børnum so væl sum vaksnum. Tað var okkum greitt, at skuldi hetta fremjast, so fór tað kosta nakrar skattakrónur.

 

Vit hava bøtt um mangar tænastur í kommununi hesi árini. Leggjast kann fyri við Bussleiðini, sum í dag er eitt munandi betri alternativ til bilferðsluna, enn hon var.

 

Bussarnir koyra nú tríggjar ferðir um tíman móti tveimum ferðum um tíman, og hartil er koyringin við Bussleiðini ókeypis, tí kommunan rindar allan hennara rakstur. Hetta hevur víst seg at vera eitt átak, sum fólk í úti í heimi halda vera eitt tað mest sjónliga umhvørvisátakið, sum yvirhøvur er tikið.

 

Foreldrini gjalda í dag heldur minni fyri barnasansingina. Foreldraparturin er settur niður í 25 prosent úr 30 prosentum. Haraftrat er systkinaavsláttur settur í verk á vøggustovum og barnagørðum, og nú sleppa skúlabørn í 2. flokki í frítíðarskúla. Tað sluppu tey ikki frammanundan. Barnafrádrátturin er eisini farin upp.

 

Vit settu eldraráðið á stovn fyri trimum árum síðani. Tíðliga í skeiðnum lat heimið fyri minnisveik í Vallalíð upp við 16 búplássum, og vit hava syrgt fyri, at Tjarnargarður í Stoffalág er útbygdur við 24 hart tiltrongdum røktarheimsplássum.

 

Vit hava eisini útvegað sambýli til 10 fólk í einum stórum sethúsum í Mattalág. Nú verður arbeitt við nýtíðar eldra- og røktarheimi úti við Strond, har grundstykkið er útvegað undir Boðaneshamri.

 

Vit hava lagt stóra áherðslu á umhvørvismálini. Brennistøðin á Sandvíkarhjalla er í hesum skeiði dagførd fyri tíggjutals milliónir, so hon lýkur øll tey krøv, sum ES setir til slíkar støðir og tað útlát, sum úr teimum má koma.

 

Plássið við brennistøðina er munandi betur skipað, so øll, sum hagar koma við sínum ruski, sleppa lættliga og skjótt ígjøgnum. Har er reistur nýggjur bygningur, so arbeiðast kann undir taki, serliga við tí vandamesta burturkastinum.

 

Við somu reinførissøk fyri eyga hava vit lagt okkum eftir at dagføra undirstøðukervið undir jørð, tað er kloakkirnar kring um í kommununi. Mong ótespilig útlát vóru. Tey eru fækkað munandi, og fyri rættvísisakir skal sigast, at nakrar tíggjutals milliónir av skattakrónum eru farnar til endurbøtan og nýgerð av kloakkunum.

 

Tað er grundin til, at vegir og strendur, áir og vágir eru so rein, sum tey eru, hóast vit ikki eru komin heilt á mál enn.

 

Alt hetta og meir aftrat er framt til tess, at øll skula kunnu trívast í Havnar Kommunu.