Leo Poulsen
- Vit hava samla tær saman, tær 10 sakirnar, sum í veruleikanum eru 12 ella 13, og hartil hava vit skilt nakrar sakir sundur, so talið verður enn hægri. Men taka vit til dømis hendan rættarkemikaran, so er tað fyri at spara pening, at vit samla málini saman, tí siga vit at tað kostar 6.000 krónur at fáa hann heim, so er tað mikið bíligari at fáa hann til Føroya einaferð, heldur enn 10-15 ferðir, sigur Stefan Møller Jørgensen.
Tað hevur so merkt tað, at nøkur mál hava verið noydd at bíða.
- Vit hava so roynt at samla málini saman og skunda undir tey so frægt vit hava kunnað, sigur Stefan Møller Jørgensen.
Hartil kemur so, at øll málini hava sama tema.
- Og tá so er merkir tað eisini, at vit gjarna vilja hava lagt eina kós frameftir, hvussu Føroya Rættur dømir í slíkum málum, sigur Stefan Møller Jørgensen.
Skunkplantagur er nakað, ið narkopolitiið rennur seg meira og meira inn í.
- Eg vil halda, at um vit hyggja eftir litunum á málsumsløgnum, so eru tað mál, ið vit síggja meira og meira til. Elsta málið er frá 2011, og tað er bert tað eina, meðan eini 6-7 mál eru frá 2013, so tað er nakað ið bendir á, at tað hendir oftari og oftari, sigur Stefan Møller Jørgensen.
Tað er tó ikki bara í Føroyum, at tað vindur upp á seg.
- Rættarpraksis vísir eisini, at tað síggjast alt fleiri mál um skunkplantagur í Danmark eisini, sigur Stefan Møller Jørgensen.
Munur á stødd
Málini, sum eru fyri í Føroya Rætti í hesm døgum, variera munandi í stødd.
- Ja, avgjørt. Minsta skunkplantagan, vit eru komnir fram á, var tríggjar plantur, meðan tann størsta var út móti 200 skunkplantur. So tað er avgjørt munur á støddini, sigur Stefan Møller Jørgensen.
Hann sigur, at í Danmark kann talan verða um meiri enn túsund plantur, so tær kunnu vera ógvuliga stórar.
- Plantagurnar, vit síggja í Føroyum, eru gjørdar í kjallarum og úthúsum og hjallum, so tað í sjálvum sær avmarkar støddina, sigur Stefan Møller Jørgensen.
Málini eru ikki bert fleiri í tali, tað hevur eisini tikið sína tíð at fáa tey avgreidd.
- Tað kanst tú róliga siga. Vit byrjaðu við fyrsta rættarmálinum 5. februar, og nú týsdagin 18. er so proseduran. Og eg gangi ikki út frá, at dómur verður sagdur í dag heldur, sigur Stefan Møller Jørgensen.
Hann sigur, at tað er náttúrligt, tá so nógvar sakir verða koyrdar samstundis, so tekur tað sína tíð. Verjarnir skulu samskipa seg, og tað er eisini náttúrligt, tí tað eru fimm verjar í málunum tilsamans.
Drúgvur dagur
- Eisini tey ákærdu skulu koordinerast, og fleiri teirra máttu flytast heitil Føroya, tí tey eru flutt til Danmarkar síðani tey vóru handtikin í respektivu málunum, sigur Stefan Møller Jørgensen.
So tað er klárt, at tað tekur tíð.
- Vit hava brúkt tilsamans tvær vikur, tí tað er so nógv at taka hædd fyri, tá talan er um so nógv ákærd, men samlað rokni eg við, at tað fer at taka íalt tríggjar til fýra vikur at fáa málini avgreidd, sigur Stefan Møller Jørgensen.
Hann roknar eisini við einumdrúgvum dagi í dag.
- Tað rokni eg við. Klokkan er nú 12.30 og vit hava døgurðasteðg, og tað er bara eitt mál liðugt viðgjørt. Men til tað er so eisini at siga, at fyrsta málið var tað, sum fór at taka longst tíð, meðan eg rokni við, at tað fer at ganga skjótari fyri seg við hinum málunum, sigur Stefan Møller Jørgensen.
Hann var rættiliga drúgvur í fyrsta málinum.
- Tað rokni eg ikki við at eg verði í komandi málunum. Eg vísti til ítøkiligar dómar og læs upp úr teimum. Tað rokni eg ikki við at gera í sama mun í teimum eftirverandi málunum, zsigur Stefan Møller Jørgensen.