Vit skulu vinna – longri er tann søgan ikki

Teitur Matras Gestsson gleðir seg til seinnu hálvfinaluna móti NSÍ, og er greiður yvir, at HB skal vinna. Eftir 2-2 í fyrra dystinum, er einki avgjørt, og tí kunnu vit vænta ein spennandi dyst við Løkin mánakvøldið, skrivar Fótbóltssambandið

Teitur Matras Gestsson gleðir seg til seinnu hálvfinaluna móti NSÍ, og er greiður yvir, at HB skal vinna. Eftir 2-2 í fyrra dystinum, er einki avgjørt, og tí kunnu vit vænta ein spennandi dyst við Løkin mánakvøldið, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Fyrst og fremst hopi eg at nógvir HB-fjepparar koma at stuðla okkum. Tað hava vit brúk fyri, tí uppgávan verður torfør, men als ikki ómøgulig. Vit skulu “bara” skora eitt mál meir enn teir, so eru vit í finaluni. Og tað ber væl til, tí tað hava vit fyrr gjørt í Runavík, sigur Teitur Matras Gestsson við heimasíðuna hjá FSF.

 

Undan seinna hálvfinaluni hava runavíkingar eitt betri útgangsstøði. Reglurnar er soleiðis, at stendur á jøvnum samanlagt, fer tað liðið víðari, ið hevur skorað fleiri mál á útivølli. Sostatt kann NSÍ klára seg við javnleiki 0-0 ella 1-1 í seinna dystinum.

 

Men verður úrslitið aftur hesaferð 2-2, so verður neyðugt við umdysti – tvær ferðir 15 minuttir – og møguligari brotssparkskapping, fyri at finna ein vinnara. Skuldi tað hent, at úrslitið verður 3-3, so er tað HB, ið vinnur samanlagt.

 

– Vit hugsa faktiskt ikki so nógv um nakað serligt úrslit. Vit skulu bara vinna, longri er tann søgan ikki. Vit vilja ótrúliga gjarna í hasa finaluna, sigur Teitur Matras Gestsson, ið higartil hevur spælt fýra steypafinalur fyri HB.

 

Og skuldi tað eydnast Teiti og HB at vunni samanlagt á NSÍ, verður hetta fjórða árið á rað, at HB er annað liðið í finaluni um Løgmanssteypið. Í hinari hálvfinaluni møtast B36 og Víkingur, og verður tann dysturin eisini bríkslaður í gongd sunnudagin klokkan 15:00. Fyrru hálvfinaluna vunnu teir ljósabláu 1-0.

 

Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16:00.

 

##ms##