- Tann harða linjan er ongantíð komin upp, ikki frá okkum, ikki frá grindamonnum, so vit halda at leiðin frá í fjør er hin rætta at ganga, sigur Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum, við Rás 2 í dag.
Enn eitt summar kunnu vit rokna við at síggja ella merkja, at Sea Shepherd ger um seg í Føroyum og her um leiðir, hóast nógv bendir á, at tey svørtklæddu ikki vera so nógv í tali uppi á landi hesaferð.
Fyrstu fólkini komu við Norrønu sunnukvøldið, meðan Brigitte Bardot, Bob Barker og Sam Simon eru ávegis til Føroya.
Og í dag hevur politiið givið Sea Shepherd-fólkum fundarboð, so tað skal bera til at hava eitt positivt prát um tingini, nú tey eru komin higar í enn eini roynd at steðga okkara grindadrápi.
Grindamannafelagið hevur sum so ikki fyrireikað seg til, at Sea Shepherd aftur kemur til landið, men mælir til sakligt og hóvligt samskifti, sigur Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Hans Jacob Hermansen.
Hans Jacob Hermansen nevnir, at løgreglan nú hevur fingið víðari heimildir at leggja upp mótmælini, eins og at revsingin er herd, og hann væntar, at hetta er ein av orsøkunum til, at átakið hjá Sea Shepherd er broytt nakað, í mun til í fjør.
- Eg trúgvi at nógv er vónbrotin av tí, sum Sea Shepherd gjørdi í fjør, sigur hann og vísir millum annað til, at Sea Shepherd ikki helt lyfti síni fyri luttakarunum, um at gjalda nógvar av útreiðslum teirra.
- Vit kunnu býta umboðini hjá Sea Shepherd í tveir bólkar. Vit hava ung fólk, ið koma hendanvegin í góðari trúgv, men hava fingið lítið at vita. Tey skulu vit tosa við og greiða teimum frá, hvat tað er, vit gera. Eru vit blíð við tey, fara tey kanska avstað aftur við eini aðrari fatan av, hvussu fólk her í Føroyum eru, sigur Hans Jacob Hermansen og ávarar staðiliga ímóti, at vit koma í nakað harðskapsmál aftur.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Hans Jacob Hermansen.