VERKFALL
<st1:PersonName$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$ <BR>Starvsmannafelagið hevur sent Føroya løgtingi eitt. Skrivið er stutt:
Starvsmannafelagið ger við hesum Føroya Løgtingið greitt, at um løgtingið á tingfundinum í morgin ásetur nakran sáttmála við lóg, síggja vit ongan annan møguleika enn at seta tiltøk í verk.
Og tað er ikki ein serliga fegin formaður í Starvsmannafelagnum, vit hava í telefonini, tá vit royna at fregnast eftir, hvat tað merkir, at tiltøk skulu setast í verk.
- Tað fari eg ikki at siga tær nú. Vit bíða eftir, hvat hasir fólkavaldu fara at gera. Men eg kann siga tær, at vit meina hetta í ramasta álvara, og tað fer at merkjast, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum leggur dent á, at partarnir komu til eina semju við semingsmonnum, og tað er tískil púra burturvið, at løgtingið nú leggur uppí.
- Tað er ikki fyri stuttleikar, at vit senda løgtingið eitt tílíkt skriv. Vit kunnu ikki lata hetta fara afturvið borðinum. Hvørjum skal tað enda við, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Í samband við onnur fakfeløg
Gunnleivur Dalsgarð váttar eisini fyri Sosialinum, at teir eru í holt við at royna at fáa onnur fakfeløg við í leikin. Hetta er í skrivandi ikki avgreitt, men formaðurin í Starsvsmannafelagi
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Kunnu vit so vænta okkum, at tit fara at leggja landið lamið?
- Vit fara ikki at góðtaka, at løgtingið lóggevur á henda hátt. Og tað fer at merkjast, sigur Gunnleivur Dalsgarð.