– Landsstýrið skal ikki taka frá kommunum, sum klára seg væl fyri at geva øðrum kommunum, sum ikki klára seg líka væl. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Spurningurin um eina kommunala útjavning er frammi við jøvnum millumbilu og nú hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, aftur umrøtt møguleikan í KvF.
Annika Olsen sigur, at setir landsstýrið eina kommunla útjavning í verk, fer tað at kvala alt hugflog, og drepa alla menning, sum er í føroysku kommununum. Kommunur skulu ikki revsast fyri góðu gongdina. Tað er fullkomiliga burturvið, at tey, sum hava stríðst fyri góðu gongdini, skulu revsast við at lata yvirskotið til aðrar kommunur, og politikarar, at stýra, sigur hon.
– Tað tykist at vera ein stór trongd hjá landspolitikarum at stýra kommununum fíggjarliga og nú skal yvirskotið hjá teimum, sum klára seg væl, javnast til teirra, sum klára seg minni væl, leggur hon afturat.
Les meiri her: Útjavning kvalir alla menning