- Tað er ikki trygt at sova við ólæstari hurð . Sjálvandi skulu vit stongja hurðarnar, tí tað er yvirhøvur ikki tryggari í Føroyum enn aðrastaðni.
Soleiðis segði Ingi Sørensen, tá hann fríggjadagin saman við Eyðgerð Mørkøre Kruse og Justinus Ejdesgaard mannaði panelið í seinnapartssendingini á Rás2.
Eitt av evnunum, sum panelið prátaði um, var hendingin í klaksvík, sum fór fram farna vikuskiftið. Ein maður í Klaksvík bleiv tá álopin ini í stovuni hjá sær sjálvum, har hann svav, tá ein maður kom inn til hansara at stjala. Tað vísti seg, at tjóvurin var ein russari, sum arbeiddi umborð á einum skipi, sum lá við kaj í Klaksvík. Russarin bleiv dømdur tíggju mánaðir handan rimar, burturvísing úr Føroyum í fimm ár og endurgjald á slakar 13.000 krónur.
Panelið var samt um, at revsingin kanska hevði verið øðrvísi, um tað hevði verið ein føroyingur og ikki ein russari, sum breyt inn til mannin, framdi harðskap og stjól.
- Eg havi ein mistanka um, at revsingin hevði ikki verið so ógvuslig, um tað var ein føroyingur, sum hevði gjørt tað, segði Justinus Ejdesgaard.
- Mann skuldi tikið og kappað endarnar av skipinum og sagt, at tit vísa tykkum ikki aftur í Føroyum í eini tvey ár, segði Ingi Sørensen avgjørdur.
Hesum var Eyðgerð Mørkøre Kruse ikki heilt samd í.
- Eg haldi ikki, at til ber at revsa øll umborð fyri tað, sum ein persónur hevur gjørt. Mann skal í dialog við skipini og lata tey umborð vita, at tá mann fer í land, so uppførir mann seg ordiligt, segði Eyðgerð Mørkøre Kruse.
Ein fastur partur av Rás2 Seinnaparti fríggjadagar er tátturin Vikan, sum fór. Har sigur eitt panel sína hugsan um nakrar av søgunum og hendingunum, sum hava verið ta vikuna. Panelið er samansett við skiftandi luttakarum hvørja ferð.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alt innslagið um hendingina í Klaksvík.