Formaðurin í Havbúnaðarfelagnum sær ikki ræðumyndir fyri sær, tá hann hoyrir um ILA-sjúkuna, hóast ILA-virusið nú eisini hevur rakt hansara egna alibrúk á Lambavík.
? Tað er torført at meta um, hvørjar avleiðingar ILA-sjúkan kann fáa fyri føroyska alivinnu. Men eg rokni ikki við, at hon fer at hava ógvusligar búskaparligar avleiðingar við sær. Vit skulu bara ikki vera bangin fyri at kanna øll alibrúk fyri ILA, so vit kunnu taka neyðugu fyrilitini og fyribyrgja ,at sjúkan spreiðir seg, sigur Hans Jacobsen.
Umstøðurnar skapa sjúkur
Hans Jacobsen veit ikki at siga, hvaðani alibrúk hansara á Lambavík hevur fingið ILA-virusið. Men hann hevur tó, eins og Landsdjóralæknin, ein mistanka um, at tað er villur laksur ella annar fiskur, ið ber smittuna til alibrúkini.
? Ofta eru slíkar sjúkur í sjónum, og so skulu bara tær røttu skeivu umstøðurnar til, fyri at sjúkan brýtur út. Alarar hava lagt til merkis, at sjúkur og kanska serliga lýs, sum aftur eru smittuberar, ofta koma, tá nógvur fiskur er nær alibrúkunum. Og nú vit hava fingið staðfest ILA, hevur nógv hýsa verið nær alibrúkinum hjá okkum, greiðir Hans Jacobsen frá.
Og er tað verurliga soleiðis, at villur laksur ella fiskur ber ILA-virusið millum firðirnar, sær Hans Jacobsen størri vanda fyri, at fleir alibrúk verða smittað. Men hann heldur kortini framvegis ikki, at hetta kann gerast nakar beinleiðis bági fyri føroyska alivinnu.
Sjúkan verður bast
? Í øðrum londum, har ILA-sjúkan hevur herjað, hava tey lagt alibrúkini still eina tíð, og so hevur tað heila lagað seg. Hetta sama rokni eg við, fer at verða galdandi hjá okkum, sigur Hans Jacobsen.
Formaðurin í Havbúnaðarfleganum roknar annars við, at tað ikki fer at ganga long tíð, til vit hava eina vaccinatión móti ILA-sjúkuni.
? Vit hava fyrr havt álvarsamar sjúkur, so sum hitasjúkuna og Furunculosu, ið hava dripið nógvan laks. Men síðani er vaccina funnin, og nú síggja vit einki til hesar sjúkur. Hetta sama vænti eg, fer at verða galdandi fyri ILA-sjúkuna, sigur Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum og ILA raktur alari.










