Vit skulu ikki gevast við eta breyð og eplir

At tað krabbameinselvandi evnið akrylamid er í eplum og breyði skal ikki fáa okkum at gevast at eta breyð og eplir

Tað er í hvussu er tann greiða støðan hjá tí danska krabbameinsfelagnum.
-Enn vita vit ikki nóg mikið um akrylamid, til at vit kunnu mæla fólki til at broyta matvanarnar. Vit eru rættiliga vís í, at evnið er krabbameinselvandi, men kortini er neyðigt við fleiri kanningum, sigur Anja Olsen, sum er granskari hjá Kræftens Bekømpelse.
Tá matvørur verða hitaðar meiri enn 120 stig, kemur evnið akrylamid í tær. Tað er líka mikið, at matvøran verður hitað í ovni, á pannu ella á grill, og so kann tað vera nærliggjandi at strika eitt nú chips av matkortinum, tí tað er sum kunnugt ein matvøra, sum er heilsuskaðilig av øðrum orsøkum.
-Hinvegin vita vit, at rugbreyð er sunt, sjálvt um akrylamid kann vera í tí, sigur Anja Olsen.
Danski matvørumálaráðharrin, Mette Gjerskov, hevur sagt, at hon vil hava ES-heilsumyndugleikarnar at kanna málið um akrylamid nærri fyri at vita, hvat skal gerast.