Vit skulu halda rimmarfast

– Um vit skulu slakka av í nøkrum, so er tað agerandi, hvussu vit allir føroyingar fyrihalda okkum næstu 14 dagarnar. Sum nú er, haldi eg avgjørt ikki, at vit skulu slakka av í nøkrum enn. Vit skulu halda rimmarfast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum á tíðindafundinum í Kringvarpinum.

Hann undirstrikaði, at um vit framhaldani vilja hava góð úrslit, mugu haldi okkum til tey tilmælini, ið eru komin fá myndugleikunum.

– Boðskapur er tí: hugsið tykkum væl um, til dømis tá ið tit skulu keypa inn, at tit haldi tilmælini. Nú er tíðin fram til páskir avgerandi, sigur hann.

– Eg eri tryggari enn tá ið vit bara høvdu ein, sum varð smittaður við korona, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.