Arbeiðsloysisskipanin
- Higartil hava friður og semja valda og tí eiga vit ikki at skapa okkum óneyðugar trupulleikar.
Tað heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum
Arbeiðsloysisskipanin virkar væl og tí eiga vit ikki at pilka við hana.
Tað heldur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í almannamálum,
Tað eru hesir báðir landsstýrismenninir, sum hava mest við ALS at gera.
Og teir halda báðir, at Arbeiðsloysisskipanin skal varðveitast, sum hon er.
Annars viðgerð Løgtingið í løtuni eitt uppskot, sum rættiliga hevur loypt øði í partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
-Verður uppskotið sett í verk, merkir tað í roynd og veru, at ALS verður avtikið, tí ætlanin er at atka skipanina frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og leggja hana undir politisku skipanina.
Hetta fekk partarnar á arbeiðsmarknaðinum at mótmæla hvassliga í løgtinginum í gjár.
Og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður heldur ikki, at løgtingið eigur at skapa sær óneyðugar óvinir.
Hann vísti á, at ALS er ein skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava umsitið við hepnari hond.
Eftir hansara bestu sannføring, er ALS ein skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga.
- Talan er um eina skipan, sum í nógvar mátar er ein fyrimynd fyri skipanir í øðrum londum, tí hon hevur tikið hond um tey, sum missa arbeiði, men hon hevur kortini ikki eggja til, at fólk lata vera við at arbeiða fyri at liva av skipanini.
Hann vísti á, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum sjálvir hava lagt rygg til skipanina og eru orsøk til, at hon virkar so væl, hon ger.
- Tá ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum metir hetta, sum sína skipan, merkir tað sostatt eisini, at politiska skipanin hevur verið leys av ALS.
Bjarni Djurholm legði tí dent á, at finnur Løgtingið upp á at allýsa inngjaldið til ALS sum ein skatt, sum bara Løgtingið kann krevja, soleiðis at partarnir á arbeiðsmarknaðinum missa ræðið á ALS, fer tað at elva til trupulleikar.
Hann minti eisini á, at seks løgfrøðingar hava viðgjørt málið, um ALS er ein skattur og sostatt eigur at vera á fíggjarlógini.
- Fýra av teimum komu til ta niðurstøðu, at tað var ikki brot á stýrisskipania, at ALS sjálvt krevur gjøldini inn. Hinir báðir komu til ta niðurstøðu, at tað var ikki ólógligt, at ALS kundi áseta inngjaldsprosentið.
Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum vísti á, at partarnir á arbeiðsmarknaðin taka ALS í størsta álvara.
- Og tað er umráðandi, at vit halda partarnir á arbeiðsmarknaðinum upp at okkum og ikki styggja teir frá okkum, helt hann
Hann helt tí, at tað var neyðugt, at koma til eina niðurstøðu um, hvussu inngjaldið til ALS skal allýsast.Men tað má ikki gerast so, at vit grava veitir, men halda partarnir í arbeiðsmarknaðinum upp at okkum.
- Politiska skipanin hevur nógv torfør mál at loysa og tí mugu vit ikki skapa okkum óneyðugar trupulleikar
Tí heitti Bjarni Djurholm á fíggjarnevndina um at taka hetta í fullum álvara.
- Arbeiðsmarknaðurin hevur ikki altíð staðið saman, men í hesum føri valdar friður og semja og tað eiga vit at varðveita, segði Bjarni Djurholm.
- Tí mugu vit fáa eina loysn, sum ikki styggir arbeiðsmarknaåðin frá okkum og ger støðuna truplari, men finna eina skipan, sum gongur pørtunum á arbeiðsmarknaðinum á møti, legði hann afturat.
ALS skal varðveitast
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vissaði um, at tað liggur ikki í kortunum, at ALS skal ognartakast.
Hann helt, at ALS er ein skipan, sum virkar væl og hann gjørdi greitt, at hon eigur avgjørt ikki at verða løgd á fíggjarlógina.
Hann vísti eisini, at, at tað ber til at varðveita ALS sum eina skipan, ið liggur uttanfyri fíggjarlógina. - Og tað eiga vit at gera, segði hann.
Hann vísti eisini á, at verður ALS løgd á fíggjarlógina, fer hetta er gera sveiggini á fíggjarlógina og landsbúskapinum enn størri enn tey eru í dag og tað helvur hann vera óheppið.