– Onki er meira nátúrligt enn, at vit spakiliga fara í gongd við eitt fyrireikandi arbeiði til flogvøll.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, í eini fráboðan í dag.
Hon vísir á, at Tórshavnar kommuna, er farin undir stórarbeiði at byggja Havnina út og í tí sambandi verður grót tikið av Glyvursnesi. Samstundis hevur verið tosað um at gera veg út á Glyvursnes og at gera golfvøll har úti. Samstundis skal kommunan taka støðu til grótið, sum verður grivið úr undirsjóvartunlunum
– Eftir míni sannføring er ongin ivi um, at alt, vit gera, skal leggjast soleiðis til rættis, at atlit verða tikin til ein komandi flogvøll á Glyvursnesi.
Onki er meira nátúrligt enn, at vit spakuliga fara i gongd við eitt fyrireikandi arbeiði til flogvøll, sigur hon
Hon sigur, at ímeðan greiða fæst á øllum hesum, eiga vit at fara undir arbeiðið at finna íleggjarar, sum hava áhuga í einum slíkum vølli, bæði til at millumlenda, til at fáa ymsar tænastur, til bunkra og til at flyta farm og ferðafólk
– Vit vita, at oljuvinnan kann koma at seta ovurhonds krøv til loftflutning og tað kann koma sum eitt skot.
– Ein flogvøllur á Glyvursnesi verður helst ein treyt fyri eina vælvirkandi ferðavinnu í framtíðini, eina umfatandi útflutningsvinnu og eini vaksandi oljuvinnu.
– Tí eiga vit ikki at bíða við at fara undir fyrireikingar, til tørvurin stendur í durunum, men heldur at leggja alt arbeiðið á Glyvursnesi soleiðis til rættis, at vit eru púra klár, sigur borgarstjórin.
Hon sigur, at tað einasta, ið krevst, er vilji, hugflog og hugsjónir, og tað er ikki neyðugt, at tað verður so dýrt í fyrstu atløgu.










