Fyri at kompensera fyri hetta mælir Høgni Reistrup, miðlafrøðingur, øllum føroyingum í heminum til at úttala seg um Føroyar
– Er tað geografiska avmarkingin, sum skal vera avgerandi fyri, um mann skal hava nakað at siga um Føroyar, spurdi Høgni Reistrup í Ghetto Føroyar mikudagin, áðrenn hann uttan himpr sjálvur svaraði: – Sjálvandi ikki!
Miðlafrøðingurin búsitandi í Keypmannahavn heldur soleiðis lítið um útsagnir hjá fólki, sum havast at føroyingum uttanlands, sum fortelja føroyskum skattgjaldarum, hvussu tey skulu byggja land.
– Eg minnist at Jógvan Sundstein hevði eina viðmerking um eitt mál fyri vikum síðani, og tá fekk hann skotið í skógvarnar, at »Tú flutti av landinum. Tú skalt ikki koma her og siga, hvussu vit skulu gera,« og hatta er ein nokk so vanlig hugsan í Føroyum.
– Mann skal ikki isolera seg soleiðis, tað er hinvegin ein fólkaræðisligt heilsutekin, at nógv luttaka í almenna orðaskiftinum, segði Høgni Reistrup.
Merkir miðlarnar
Hann metir somuleiðis, at hendan hugsanin sæst aftur í føroyskum miðlunum, sum eftir hansara tykki sjáldan hyggja suður um Akraberg ella norður um Enniberg eftir servitan, hóast ein stórur føroyskur heilakapasitetur liggur uttanfyri hesi forberg.
– Serliga etableraðu miðlarnir hava lyndi til at ringja til stovnar og persónar í Føroyum, heldur enn at hugsa eitt sindur størri og ringja til Keypmannahavnar ella til London, tá tey gera søgur.