– Alt koyrir spakuliga í donskum politikki í løtuni. Samráðingarnar standa í stað, og øll eru farin í heystfrí. Lars Løkke Rasmussen skal til Suðurkorea, men um einar tvær vikur fara tey í gongd aftur. Men avgerandi trupulleikin er ikki loystur enn.
Tað sigur Hans Engell, politiskur eygleiðari í Danmark, við in.fo.
– Liberal Alliance vil hava toppskattin niður, annars koppa tey stjórnini. Og hini – serliga Dansk Folkeparti, vilja als ikki vera við, sigur hann.
– Tað er sum við Titanic. Vit sigla spakuliga ímóti ísfjallinum, meðan dansurin gongur so lystiliga á ovasta dekki, sigur Hans Engell.
Stóra stríðið í Danmark er um toppskattin, sum Liberal Alliance vil hava burtur. Toppskattur er ein eyka skattur á inntøkur oman fyri 479.000 krónur upp á 15 prosent.
Stjórnin hevur skotið upp, at hann minkar 5 prosent upp til eina millión. Men Liberal Alliance heldur fast við kravið um, at toppskatturin skal burtur – eisini á teimum høgu inntøkunum. Flokkurin krevur, at einki ovara mark verður yvirhøvur.
Tí stendur fast sum í berginum, og tað kann føra til, at Lars Løkke Rasmussen velur at skriva út val, um samráðingarnar næsta mánaðin ella so ikki bera á mál.