Vit settu nýtt koronumet aftur í gjár

241 tilburðir við koronu vórðu staðfestir í gjár

 

Í gjár vóru 241 nýggir tilburðir staðfestir við koronu, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

4.092 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 890 smittað, fýra eru innløgd, og 14 eru deyð við koronu í Føroyum.

 

Tað merkir, at miðaltalið fyri smittað seinastu vikuna er komið upp á 126, sum er 51 oman fyri markið fyri reyða feltið hjá landsstýrinum.

 

Smittutrýstið er tó »bara« 5,9 prosent, tí nógv fólk hava latið seg kannað í gjár, tá 4.092 fólk vórðu kannað fyri koronu.