Vit práta og tekna 1

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út "Vit práta og tekna 1" eftir Hallgerð Arge, lærara, í nýggjari og nakað broyttari útgávu.

Bókin er ætlað børnum ta fyrstu tíðina í 1. flokki, men er eisini væl egnað til forskúlar og eldri barnagarðsflokkar. Her verður prátað , teknað og lurtað eftir ljóðum. Somuleiðis eigur at verða spælt og sungið. Venjingar eru í at læra børnini, hvønn veg lisið og skrivað verður. Bókin er hent hjá lærararnum at fáa eina hóming av, hvussu búgvið barnið er handaliga, málsliga og at fara undir at lesa.
Tað nýggja í hesari útgávuni eru uppskot um at arbeiða við myndum. Eggjað verður til at gera eina samtalubók ella talvubók við myndum. Telduforrit, sum góð amboð til myndaviðgerð, verða nevnd. Hesar venjingar eru ætlaðar at stuðla barninum málsliga og at hjálpa tí at skilja mannagongdina í einari bók betur. Aftast í bókini eru síður við myndum til børnini at seta saman og gera søgur burturúr.
"Vit práta og tekna 1" er 39 blaðsíður.