- Vit mugu tora at spyrja børn um kynsligan ágang

Líka so væl sum mann torir at spyrja um umsorganarsvik, so má mann eisini tora at spyrja, um barnið er fyri kynsligum ágangi, siga starvsfólk hjá KRIS

 

Hjálparfelagsskapurin fyri kynsligan ágang, KRIS, fær javnan fyrispurningar frá arbeiðsplássum og fakbólkum um undirvísing um insest og kynsligan ágang. Umframt at undirvísa á dagstovnum hava tey eitt nú havt skeið fyri læknum og tannlæknum.

Tað eru tær báðar Sigvør Gregersen, námsfrøðingur, og Malan Kjærbo, sosialráðgevi, ið undirvísa starvsfólki í barnagørðum í hesum. Málið er at læra tey faklærdu at síggja ábendingar um kynsligan ágang og at tola at hoyra og tosa um tað, barnið sigur. Hetta tí at kynsligur ágangur kann vera líka trupul at fáa eyga á, sum hann er at at tosa um.

Tann besti mátin at fyribyrgja kynsligan ágang er við at skapa eitt umhvørvi kring børn, ung og vaksin, har tosað verður opið og ærliga um torfør evni. Í einum tílíkum umhvørvi trívast kynsligur ágangur og onnur onnur sløg av vantrivnaði nevniliga illa.

- Mann merkir væl, at starvsfólkini vilja, tí tey vita, at tey hava eina stóra ábyrgd. Líka so væl sum mann torir at spyrja um umsorganarsvik, so má mann eisini tora at spyrja, um barnið er fyri kynsligum ágangi. Tað eigur at vera ein líka so natúrligur spurningur sum spurningurin um harðskap, siga tær.