Vit mugu stýra ferða- og cruise vinnuni annars stýrir hon okkum

Troels Kløvedal skrivar í seinastu bók síni “Alle mine morgener på jorden” at hjartað bløddi tá hann hesi seinnu árini vitjaði aftur til oyggjarnar í Karibien og sá, hvussu cruise-vinnan hevði oyðilagt hesar fyrr so vøkru og óspiltu oyggjar.

 

Kring heimin veksur mótstøðan móti hesi vinnu og herfyri var stjórin í norsku Hurtigrutuni frammi og mælti til at steingja norskar firðir fyri cruise skipum, “for å redde fjordene fra katastrofe”. Hann sigur at higartil er henda vinnan sloppin at regulera seg sjálva, men tíðin er komin til at myndugleikar seta reglur, td at banna øllum skipum at brúka tungolju fram við norsku strondini.

 

Og í gjár var greiði boðskapurin hjá Visit Faroe Islands tann sami: Vit ynskja góðsku og ikki mongd, og tað merkir m.a. at cruise vinnan skal tálmast og skipast. Orsøkirnar, ið vóru nevndar eru at hesi ferðamannaskip​ dálka illa, tey leggja nógv minni eftir seg enn onnur ferðafólk, og tá talið av fólkum, sum passa her er avmarkað, eiga vit at fara eftir teimum, sum eru best fyri okkum. Vit ynskja ferðafólk sum aktivt velja Føroyar, tilvitaði ferðafólk.

 

Boðskapurin kemur ikki burtur úr ongum, men er m.a. úrslit av samrøðum við 100 tals fólk kring Føroyar. Tì tað hevur týdning at vit ið búgva her, taka undir við hvat slag av ferðavinnu vit hava. Annars er hon ikki burðardygg.

 

Sum næstforkvinna í vinnunevndini taki eg væl ímóti hesum boðskapi. Og eg taki undir við Visit Faroe Islands tá tey siga, at neyðugt er at landsmyndugleikarnir gera lógir og reglur ið skipa ferðavinnuna, herundir cruise vinnuna. Tí tað er ikki lætt hjá kommunum at gera reglur hvør í sínum lagi og so síggja at skipini bert leggja at í grannakommununi, sum so fær inntøkurnar.

 

Herfyri legði eg uppskot fram í vinnunevndini um ikki at loyva cruise skipum atgongd í Tórshavnar kommunu á Ólavsøku, tvs. 28. og 29. juli. Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara og tí eitt serliga viðkvæmt tíðarskeið á árinum. Um vit ímynda okkum at eitt ella fleiri av teimum størstu cruise skipunum við fleiri túsund ferðafólkum eru á Havnini hesar dagarnar, kann ávirkanin gerast so stór at tað fer at kennast negativt fyri okkum, ið búgva her.

 

Eg fegnaðist um, at ein meiriluti í vinnunevndini tók undir við uppskotinum og er hetta fyrsta stig til at vit sum myndugleikar seta reglur og skipa hesa vinnu, eins og vit gera í øðrum vinnum.

 

Eg haldi ikki vit skulu banna cruise skipum, tí hendan vinnan hevur ávísan týdning fyri búskapin. Men vit eiga at seta mørk fyri hvussu nógv skip vit vilja hava,- serliga hvussu nógv av teimum heilt stóru - og hvussu ofta tey skulu koma.

 

Men okkum tørvar at landsmyndugleikarnir spæla við og vónandi fer greiði boðskapurin hjá Visit Faroe Islands at skumpa undir, at vit fáa lógir og reglur, ið skipa og stýra ferðavinnuni. Gera vit tað ikki sjálv, so stýrir vinnan okkum og so er ikki talan um eina burðardygga vinnu, hvørki búskaparliga,umhvørvisliga ella sosialt.

 

 

Gunvør Balle

Varaborgarstjóri