Vit mugu standa saman um Atlantsflog

Í dagsins Vinnusíðum, greiðir Óli Samró frá, at vit mugu tryggja okkara ferðasamband út í heim, og tí má landið keypa privatiseraðu partabrøvini í Atlantsflogi aftur sum skjótast. Jóhan Dahl, er púra samdur, tí hann metir flogleiðina vera hjartað hjá Føroyum

»Ein lívæðr kann ikki privatiserast« er heitið á kronikki hjá Óla Samró í blaðnum í dag. Hann førir millum annað fram, at landið má keypa øll privatiseraðu partabrøvini í Atlantsflogi fyri at tryggja, at vit eisini í framtíðini hava eina skjóta farleið inn á evropiska meginlandið.

- Ferðasambandið út í heim kann ikki leggjast í hendurnar á felagið, sum kann fara av knóranum, ella sum byrjar at skelva í einum lágkonjukturi, sigur Óli Samró í blaðnum í dag. Hesum er landsstýrismaðurin í vinnumálum samdur við.

- Mann má tryggja sær, at Atlantic Airways ikki fer á heysin. Mann kann ikki gambla við einum farvegi sum hesum, flogleiðin er í veruleikanum hjartað í samfelagnum, sigur Jóhan Dahl. Sum harvið gongur inn fyri, at landið skal eiga flogfelagið.


Vit kunnu ikki privatisera hálvt

Jóhan Dahl metir, at tað er púra skeivt at privatisera ein triðing av Atlantsflogi, tí tað gevur ikki íleggjarunum nakran møguleika at gera seg galdandi.

- Tá mann byrjaði at privatisera Atlantic Airways, var ætlanin at privatisera tveir triðingar av flogfelagnum. Tað hevði givið íleggjarunum nakrar møguleikar, og tað hevði eisini givið møguleikar at fara inn á aðrar marknaðir, og tað hevði verið gott fyri Atlantic. Men nú eru fyritreytirnar broyttar, og tí mugu vit syrgja fyri at taka málið um at keypa partabrøvini aftur upp politiskt, greiðir Jóhan Dahl frá.


Viðgera málið sum skjótast

Jóhan Dahl er sera avgjørdur, at hetta ikki er eitt mál, ið kann bíða.

- Vit mugu taka málið upp sum skjótast. Tí hetta er ein fyritreyt fyri øllum virksemi, og tí mugu vit til eina og hvørja tíð syrgja fyri, at farleiðin er 100 prosent inntakt, metir Jóhan Dahl. Sum sær út til at meta, at kapitalistiska hugsjónin má víkja í hesum føri.