Vit mugu ikki gloyma hvønn annan

- Materielt ríkidømi má ikki føra til menniskjaligt fátækadømi, segði Margretha Drotning í síni nýggjársrøðu. Hon heitti á fólk um at vísa ábyrgd móti sínum medmenniskjum Drotning Margretha revsaði í síni nýggjársrøðu í kvøld danir fyri at leita eftir tí fullkomna lívinum, men uttan at vilja gjalda nakran prís. Í tí vaksandi ríkidøminum gloyma fólk síni medmenniskju.

- Ungu familjurnar leggja nógv fyri og seta sær høg mál. Tey hava úr at gera, men tey hava størri møguleikar enn forfedrarnir fyri at røkka sínum málum. Hinvegin eru tað eisini ungfólk, sum nóg lla klára at seta sær nøkur mál, áðrenn tey enda uttanfyri, segði Margretha Drotning.

- Vit mugu minnast til, at vit hava ábygd mótvegis hvørjum øðrum ? tað byggir okkara samfelag á. Kanska skiltu vit tað betri, tá ið minni var at býta, meðan vit nú halda, at onkur annar skal taka sær av trupulleikunum, um vit sjálvi bara koma víðari.

- Og so hoyra vit um børn ella eldri fólk, sum ikki trívast, ella ungfólk, sum ikki klára at fóta sær. ?Hvør hevur svikið?, spyrja vit og hyggja rundan um okkum. Tað hava vit í grundini sjálvi. Vit skulu eisini í okkara nútímans og skjóta samfelag hugsa um onnur. Vit gerast fátækari, um vit gloyma tað. Menniskjaligt fátækadømi skuldi helst ikki verið prísurin, sum vit gjalda fyri materielt ríkidømi, segði Margretha Drotning í sínari nýggjársrøðu