Sum vit skrivaðu í áðni hevur Tórshavnar Býráð nú skrivað undir sáttmála um at fara undir eina risastóra útstykking á Argjahamri við umleið 150-180 bústøðum. Tá ið býráðið samtykti ætlanina, varð víst á, at enn er ikki avgjørt, hvussu býtið skuldi vera ímillum sethús, raðhús, ella íbúðir - men tað lá í kortinum, at talið á íbúðum skuldi lækkast til frama fyri sethús og raðhús.
Les eisini her: Fólkatalið á Argjum fer at veksa eini 600 - 700 fólk
Endaliga avgerðin um tað verður tikin í heyst – men tað, sum liggur fast, er, at bústaðirnir skulu hitast við fjarhita, varð upplýst á býráðsfundinum.
Tað fall Ruth Vang, býráðslimi fyri Framsókn, fyri bróstið, at talið á íbúðum verður skert, tí hon heldur, at tað, sum ræður um hjá býráðnum, er at hava grundstykki til so nógvar íbúðir sum gjørligt, og so heldur hava færri grundstykki til sethús.
Hon heldur, at bústaðartrotið er ein tann størsti trupulleikin í Tórshavnar Kommunu yvirhøvur og tí eiga býráðslimir at spyrja seg sjálvar, hvussu vit brúka vit fermetrarnar best. Hon sigur, at gáttin hjá teimum, sum skulu hava sín fyrsta bústað, er so høg, at tað skulu góðar inntøkur til at fáa tak yvir høvdið. Hon sigur, at sum støðan er í dag, eru tað nógv vanlig fólk, sum skulu hava sín fyrsta bústað, men sum ikki klára at útvega sær ein bústað, sum kostar yvir tríggjar milliónir.
Hon heldur, at býráðið hevur skyldu til at hjálpa so nógvum, sum gjørligt upp um hesa gáttina og tí eigur býráðið at leggja stóran dent á at útvega grundstykki til íbúðir. Hon sigur, at verður talið á íbúðum skert í nýggju útstykkingini á Argjahamri, verður tað kanska einir 40 bústaðir færri enn tað kundi verið.
Tað eru nógv, sum lata grundstykki aftur, tí tey fáa ikki lán til sethús. Tað hevur stóran týdning hjá fólki at tey fáa ráð til sín fyrsta bústað og býráðið eigur at hjálpa so nógvum fólkum sum gjørligt. Tey, sum hava ráð at læna fýra- fimm milliónir, klára seg altíð, tað er øllum hinum, býráðið eigur at hjálpa at fáa tak yvir høvdið.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, og formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini, er ikki ósamdur. Men hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at fólk eisini sleppa at byggja síni egnu hús. Grundstykki frá kommununi eru eina millión bíligari enn á privata marknaðinum og sostatt eru tað nógv, sum hava ráð at byggja hús. Vit mugu ikki taka kvæla áhugan hjá teimum, sum vilja hava síni egnu hús, legði hann afturat.
Annika Olsen býráðslimur fyri Fólkaflokkin, sigur, at nú eini 600 – 700 fólk fara at flyta út á Argjahamar afturat, verður eisini neyðugt at byggja skúlan út. Sostatt skal ein hædd byggjast oman á skúlan afturat og tað merkir, at tey, sum búgva beint aftan fyri skúla, fara at missa nakað av útsýni.
Hon vísti eisini á, at ein íbúð kann vera ein góð byrjan hjá fólki, sum vilja hava sína egnu hús, men tað kann ikki vera ein eigaraíbúð, tí tær eru at kalla líka dýrar, sum sethús.