Vit mugu fáa lægri skatt og fleiri brúkaragøld

Útreiðslurnar eru hækkaðir meiri meiri enn 100 prosent og tað má skil fáast á

Útreiðslurnar á fíggjarlógini hækka alt ov nógv. Tað heldur Búskaparráðið, og tað eru tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag samd í, boða tey frá í dag.

Sum tíðirnar eru, átti yvirskotið á fíggjarlógini tí at verið væl størri í ár enn tað er, sigur felagið.

 Tey vísa á, at í fíggjarlógini fyri í ár hækka rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum 406 milliónir, ella 8,3 prosent saman­borið við fíggjarlógina fyri 2019.

Frá 2015 til 2018 var hækkaðu rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum góð fýra prosent í miðal. Vøksturin í rakstrar­út­reiðslum í 2020 er sostatt meira enn tvífalt so høgur sum miðalvøksturin hevur verið um árið hesi seinastu árini, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at landið, kommunurnar og alt tað almenna annars, samskipa alt sítt virksemi, bæði tá ið tað kemur til rakstur og íløgur. Gera tey ikki tað ber heldur ikki til at reka fíggjarpolitikk í Føroyum har útreiðslurnar verða lagaðar til, hvussu nógv virksemi er í landinum.

Í løtuni er støðan tann, at fleiri størri verkætlanir eru um at verða lidnar og fara at verða lidnar í nærmastu framtíð, og tí er hetta eitt gott høvi til at samskipa almennu íløgurnar í eina langtíðarætlan.

 Somuleiðis heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at land og kommunur eiga, beinanvegin, at fara í holt við arbeiðið at skipa føroysku skatta- og avgjaldsskipanirnar av nýggjum.

Endamálið við tí skal vera at lækka tann vanliga lønarskattin, samstundis sum at fleiri serskipanir, og frádráttir, eiga at verða strikaðir, men afturfyri eiga vit at fáa fleiri brúkaragjøld og tænastugjøld

– Hetta letur seg tó ikki gera, fyrr enn tamarhald fæst á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelagið