Formaðurin í Føroya Lærarafelag hevur ikki góðar vónir til, at verkfallið fer at enda við bræði.
?Tað verður týðiligari og týðiligari, at politikarar heilt einfalt ikki vita, hvat verkfallið yvirhøvur snýr seg um, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Hon sigur, at hetta er avdúkað fleiri ferðir, síðani verkfallið byrjaði.
Men seinast avdúkaði sjálvur løgmaður hetta so dyggiliga í Sosialinum í gjár, tá ið hann samantvinnaði tvey mál saman, sum yvirhøvur onki hava við hvørt annað at gera.
Hvussu ber tað so til, at tit ikki enn hava fingið politikararnar at skilja, hvat málið snýr seg um?
? Tað kann bara vera tí, at teir ikki vilja skilja, hvat verkfallið snýr seg um. Vanlig fólk á gøtuni skilja málið so at politikararnir, sum eru ábyrgdarhavarar, ikki gera tað, kann bara verða av illvilja, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag.
Bróta lógina - ella arbeiða í frítíðini
Elsa Birgitta Petersen sigur, at Lærarafelagið ætlar sær als ikki at blanda seg uppí, nær teir ymsu tættirnir í fólkaskúlalógini verða settir í verk.
? Tað er ikki tað, sum verkfallið snýr seg um.
? Verkfallið snýr seg um, at vit vilja hava stundir til at útinna tann partin av lógini, sum longu er settur í verk. Her er talan um so umfatandi eyka arbeiði, at tað ber ikki til at gera í arbeiðstíðini, sum støðan er.
? Tí eru vit í teirri støðu, at antin mugu vit ignorera lógina og gerast lógbrótarar, ella mugu vit arbeiða í frítíðini.
? Og at arbeiðsgevarin ger krav uppá frítíðina hjá fólki er, einki minni enn ognartøka, sigur Lærarafelagsformaðurin.
? Tað er hetta, sum verkfallið snýr seg um og ikki um nakað annað. Og at hetta er ein púra greiður sáttmálaspurningur, er onki at ivast í, tí Lærarafelagið hevur rætt til at samráðast um løn og starvsviðurskifti hjá limunum, tað liggur fast.
68 fólk - bara í Havn
Men Elsa birgitta Petersen ivast eisini í, um politikararnir yvirhøvur vita, hvat teir hava gjørt.
Hon spyr t.d. um teir vita, at samstundis sum kommunuval verður í heyst skulu eisini skúlastýri veljast fyri hvønn skúla.
? Í skúlastýrunum skulu vera umboð fyri foreldur og skúlan.
? Bara í Havnini skulu 68 fólk veljast í hesi skúlastýri, sum fara at virka frá 1. januar.
?Tað er ein stórur spurningur um politikararnir yvirhøvur vita av hesum, ella um teir hava gjørt sær tankar um, hvussu hesi stýrini skulu samsýnast, ella um, hvussu viðurskiftini hjá ráðunum annars skulu vera, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag.
Annars fer Lærarafelagið at svara atfinninguum frá løgmanni alment aftur.