Vit mugu bjóða føroysku bankunum av

Um trý ár skal netbankin aftur vera føroyskur

Vit skulu aftur hava ein føroyskan netbanka. Og samstundis skulu allir aðrir persónsuppýsingar vera á føroyskum hondum.

Tað vil Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.

 

Hann roynir enn einaferð at fáa Løgtingið at samtykkja, at gera tað forboðið at flyta persónsupplýsingar um føroyingar av landinum.

 

Nøkur fá untantøki eru, eitt nú, har tað er neyðugt fyri at flyta pengar og fyri annað virksemi.  Tað kann eisini vera neyðugt í samband við hagfrøði, gransking av ymsum slagi og annað, ella tað kann vera neyðugt fyri at lúka okkara skyldur mótvegis øðrum londum.

 

Men persónsupplýsingar sum allir borgarar eru kravdir at nýta fyri at virka í einum nútímans samfelag, skulu mennast og varðveitast, í Føroyum undir føroyskum løgræði, sigur Høgni Hoydal.

Her hugsar hann um peninga- og ognarupplýsingar, skattaviðurskifti, rættarlig viðurskifti og aðrar grundleggjandi persónsupplýsingar.

 

Orsøkin til at hann leggur uppskotið fram, er at peningastovnarnir hava flutt allar sínar viðgerðarskipanir, og allar tær grundleggjandi konto- og peningaupplýsingarnar, hjá øllum sínum viðskiftafólkum í Føroyum, av landinum.

 

Harumframt hava peningastovnarnir nú boðað frá, at teir fara at krevja av øllum føroyskum brúkarum at skráseta seg við p-tali ella donskum cpr-nummari í eini danskari skipan til talgilda undirskrift, rópt NemID.

 

- Hetta hendir, hóast bæði KT-felagið, og føroyskir KT- serfrøðingar, hava víst á, at vit hava í Føroyum longu tryggari og betri loysnir og hava møguleikan at menna uppaftur betri skipanir fyri einstaka borgaran og samfelagið.

 

-Vit hava einastandandi møguleikar at gera tryggar og góðar loysnir, har tað almenna og tað privata ganga saman um at gera hetta, eins og tá Elektron varð stovnað í síni tíð.

 

- Hesin møguleiki fer fyri skeytið, tora vit ikki at seta okkum eitt felags mál og at bjóða peningastovnunum av í hesum máli, sum hevur so stóran týdning fyri alt tað føroyska samfelagið og fyri hvønn einstakan.

 

Høgni Hoydal sigur, at verður lógin samtykt, fáa bæði peningastovnarnir og onnur, ið hava sent grundleggjandi skipanir av landinum, eina tíðarfreist upp á trý ár, til at fáa skipanirnar í samsvar við lógarásetingarnar. Men stendur á, skal tað bera til at fáa longdra freist, eftir ávísum treytum.

 

Høgni Hoydal vísir á, at síðani netbankin, og aðrir upplýsingar, fóru av landinum, er tænastan versnað og gjøldini hækkað.

Samstundis hava vit mist alla ávirkan á hesum upplýsingum og nógv arbeiðsláss eru farin fyri skeytið.

 

- Tað er áður komið fram, at peningastovnarnir hava brúkt millum 150 og 200 milliónir krónir fyri at flyta alt av landinum.

 

- Hetta kostaði eisini ovurstórar upphæddir og mista arbeiðstíð fyri føroyska vinnu, húsarhald, brúkarar og samfelagið sum heild.

- Hagstovan hevur gjørt upp, at í fjør var størsti vøksturin í at keypa tænastur uttanlands er júst fyri KT-tænastur, harav peningastovnarnir eiga meginpartin.

- Sambært Hagstovuni er vøksturin í at keypa KT-tænastur uttanlands vaksin 500% frá 2005 til 2012.

- Hetta samsvarar væl við, at júst frá 2005 fóru bankarnir undir tær fyrstu útflyting- arnar av KT-virksemi.

 

Og Hagstovan vísir á, at í 2012 vórðu brúktar 140 milliónir krónur til at keypa KT-tænastur uttanlands.