Tað fer neyvan at bera til at nokta íslendingum at eiga í føroyskum feløgum og skipum, sum hava fiskirættindi í Føroyum.
Tað er niðurstøðan hjá løgfrøðiligu umsitingini hjá Løgtinginum.
Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá landsstýrinum um at lata Hoyvíkssáttmálan halda fram. Undanfarna samgonga segði Hoyvíkssáttmálan upp tí at Løgtingið hevði samtykt útlendingar skuldi ikki sleppa at eiga í feløgum, sum hava fiskirættindini undir Føroyum. Tað var í stríð við Hoyvíkssáttmálan og tí varð hann sagdur upp.
Men nú hevur hendan samgongan lagt uppskot fyri Løgtingið um at lata Hoyvíkssáttmálan halda fram.
Men Løgtingið hevur eisini samtykt, at um 12 ár skulu útlendingar ikki longur sleppa at eiga í feløgum, sum hava fiskirættindini undir Føroyum.
Og nú Løgtingið viðger málið um at lata Hoyvíkssáttmálan halda fram, er løgfrøðiliga umsitingin hjá Løgtinginum biðin um at gera sína meting av støðuni.
Í feløgum, sum longu eru í Føroyum, kunnu útlendingar eiga 33 prosent í feløgum, sum hava fiskirættindi í Føroyum.
Men í løgtingslógini um sjófeingi, sum var samtykt 21. desember, stendur, at í feløgum, sum verða stovnað í framtíðini, kunnu útlendingar í mesta lagi eiga 25 prosent av feløgum, sum hava fiskirættindini í Føroyum.
Men tað stendur eisini í lógini, at í 2032 skulu eingir útlendingar eiga nakað í føroyskum feløgum, sum hava fiskirættindi í Føroyum.
Men bæði í heimastýrislógini, og í stýrisskipanarlógini, stendur, at millumtjóða sáttmálar, og altjóða sáttmálar, telja meiri enn lógir, sum Løgtingið samtykkir. Tað merkir, at samtykkir Løgtingið eina lóg, sum er ímóti Hoyvíkssáttmálanum, kann hon ikki setast í verk, tí tað er Hoyvíkssáttmálin, sum vinnur.
Tí sigur umsitingin hjá Løgtinginum, at verður Hoyvíkssáttmálun verðandi í gildi, kunnu tær nýggju ásetingarnar um útlendskan ognarskap í fiskivinnunum, neyvan setast í verk ímóti íslendingum.
Og tað merkir, at allir útlendingar skulu úr føroyskum feløgum, sum hava fiskirættindi í Føroyum – uttan íslendingar, tí teir sleppa at halda fram.
Men umsitingin leggur kortini afturat, at tað eru dómstólarnir sum taka endaliga støðu til um ein løgtingslóg skal setast til viks til frama fyri ein millumtjóðasáttmála.











