Hondbóltur
Hóast VÍF hevur verið sera væl koyrandi seinastu nógvu vikurnar, so fingu teir annað at síggja, tá StÍF vitjaði í Vestmanna.
Strandingar vunnu tryggan sigur, men hóast tað nú bert eru tvey stig upp til finaluplássið, so er tann møguleikin ikki tað, sum Jónleif Sólsker rópar harðast um.
- Vestmenningar eru jú betur enn vit innanhýsis, so munurin er meira enn hasi tvey stigini. Har hevði tað verið betri, um KÍF hevði snávað, tí har hava vit ein dyst eftir, og vinna vit hann, so eru vit betri enn teir innanhýsis.
- Undir øllum umstøðum, so er veruleikin, at vit kunnu bara hugsa um at greiða okkara setning hvørjaferð, og so mugu vit bara vóna, at onkur av hinum snávar. Sjálvandi er dysturin í Kollafirði ein lykladystur av teimum, sum eru eftir, men hinvegin skulu vit eisini vinna móti bæði Kyndli og Neistanum. Vit skulu vinna hvørja ferð hesar seinastu tríggjar dystirnar, og so mugu vit bara síggja, hvussu langt tað ber. Røkka vit ikki finaluni, so gerst ikki við, men so skulu vit í øllum førum hava bronsumerkini, sigur Jónleif.
Verjan riggar
Fyrstu nógvu umførini var annars ikki nógv, sum bendi á, at StÍF skuldi blanda seg í oddastríðið. Strandingar vóru saman við Team Klaksvík botnproppar í deildini, men síðini desember mánað hevur annað lag verið á liðnum.
Hvat er tað, sum er broytt somikið nógv, at tit nú eru við í oddastríðnum?
- Vit fingu verjuna at koyra sera væl, og so haldi eg eisini, at málverjarnir komu eina tonn upp. Alt hongur jú saman á einum hondbóltsvølli, og gongur væl í verjuni, so er álopsspælið eisini lættari. Her haldi eg eisini, at vit í dag hava fingið munandi meira ferð á álopsspælið, og so leingi vit halda ferðini, so koma úrslitini. Hinvegin hava vit eisini dummað okkum nakrar ferðir – eitt nú móti H71 í miðvikuni, tá vit søplaðu sigurin burtur. Har hildu vit, at vit kundu ganga sigurin heim, ístaðin fyri at renna dystin heim, og tað kostaði, sigur Jónleif Sólsker.