- So leingi sum vit ikki vita, hvussu kvoturnar fyri komandi ár síggja út, gevur tað lítla meining at tosa um uppboðssølu, sigur Jacob Vestergaard.
Fiskimálaráðharrin hevur onga viðmerking til kravið frá andstøðuni um at 35.000 tons av makreli og 15.000 tons av sild skulu seljast um uppboðssølu.
- Vit vita ikki, hvussu stór makrel- og sildakvotan verður komandi ár, og tí gevur tað so lítla meining at áseta nakað tonsatal, sum skal seljast um eina uppboðssølu. Eg havi lagt eitt uppskot fyri tingið um hvussu tað skal skipasty, og tað verður á sama hátt sum í ár, sigur Jacob Vestergaard.
Tað til siga, at eitt ávíst gjald skal latast fyri makrel og sild, sum verður landað til móðurskip ella uttanlands.
- Hartil kemur so eitt ávíst gjald fyri hvørt kilo, sum fiskað verður av sild og mekreli. Tað kann so regulerast, tá vit vita meira gjølla, hvussu stór kvotan verður hjá okkum komandi ár, sigur Jacob Vestergaard.