Vit innflyta munandi minni av fiski til virkingar

Innflutt varð fyri 10,2 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá mars 2024 til februar 2025. Tað er 923 milliónir krónur, ella góð 8 prosent, minni enn undanfarna skeið.

 

Hagstovan:

 

Innflutningurin fyri februar er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá mars 2024 til februar 2025 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

 

Tað eru fleiri orsøkir til at innflutningsvirðið er minkað við einari knappari milliard krónum. Minni er innflutt av rávøru til fiskavirki, sum er at finna í bólkunum "matvørur og livandi djór" og "Ráevni til framleiðslu uttan brennievni". Somuleiðis er minni innflutt av brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 231,2 milliónir krónur. Hetta er bæði tí prísurin er lægri og nøgdin er minkað.

 

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 486,6 milliónum krónum ella góð 16 prosent. Av hesum eiga skipini 364 milliónir krónur og akførini 114 milliónir krónur av minkingini.

 

Munandi minni er innflutt úr Norðuramerika. Hetta er fyri tað mesta tí minni verður innflutt av heilivági, tekniskum tólum og akførum úr USA. Vit síggja eitt skifti frá ES til Evropa annars. Hetta er mest tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.

 

Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lægri støði hetta seinasta árið, er einki sum bendir á, at innflutningurin seinastu mánaðirnar er ávirkaður av politisku umstøðunum í USA. Innflutningurin úr ES liggur nú aftur á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa annars verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði nógvu tey seinastu árini.

 

Um vit hyggja eftir nøgdunum í vøruinnflutninginum sæst, at vit hava innflutt yvir 50 túsund tons minni av fiski og øðrum fiskavørum til virkingar. Hetta sæst í vørubólkunum "03 - Fiskur, skjeljadjór, lindýr og vørur úr teimum" og "29 - Planturunnin og djórarunnin ráevni".