Tryggingar
Herfyri fekk Sosialurin eitt "tips" um, at Sjódeildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, sum áður gekk undir navninum, Sjóvatryggingin, hevur í umbúna at tryggja nakrar útróðrarbátar, sum eru bygdir í Føroyum og seldir einum felag í Grønlandi.
Hákun Steingrímsson, deildarleiðari á Sjódeildini, sigur, at tey ikki eru farin at tryggja útróðrarbátar í Grønlandi, men váttar, at tey eisini hyggja at møguleikum fyri tryggingum uttanfyri landoddarnar.
Spurdur, um hann vil vátta, at fyrispurningur er komin um at tryggja nevndu útróðrarbátar, sigur Hákun, at hann hvørki vil vátta ella avsanna hetta í løtuni.
Sosialurin skilir tó á vælvitandi keldu, at Sjódeildin hevur fingið fyrispurning um tryggingar í Grønlandi.
Hyggja út um?
Hákun Steingrímsson sigur, at Sjódeildin at kalla bara tryggjar skip og bátar undir føroyskum flaggi ? og eisini skip, sum í eina tíð eru undir øðrum flaggi.
- Fara føroysk skip undir annað flagg í eina tíð, fylgja vit vanliga skipunum, tí vit meta, at hetta hevur týdning fyri føroysk áhugamál, sigur hann.
Deildarstjórin leggur tó aftrat, at verður eitt føroyskt skip, sum í eina tíð hevur siglt undir øðrum flaggi, selt til eitt nú Spaniu, hevði tryggingin ikki fylt skipinum.
- Føroyar eru eitt avmarkað samfelag í vavi. Vit vita av hvørjum øðrum ? og kenna hvønn annan. Slík viðurskifti broytast, tá ið farið verður langt út um landoddarnar.
Hákun dylur tó ikki, at Sjódeildin hyggur út um landoddarnar og metir um teir møguleikar, sum eru.
Kanska seinni?
- Grønland hevur verið hildið at liggja langt burtur, men havandi í huga tað tilknýti og tey áhugamál, sum føroyskir fiskimenn hava í Grønlandi, hyggja vit eisini at hesum møguleikum.
Í løtuni torir hann tó einki at siga um, hvørt Sjódeildein í framtíðini fer undir munandi tryggingarvirksemi í okkara grannalondum.
- Sum er, dugi eg ikki at siga meira um hesi viðurskifti, men kanska verður okkurt at frætta seinni, sigur Hákun Steingrímsson, deildarleiðari, at enda.










