?Vit hoyrdu, tá báturin sakk...?

Formaðurin hjá fiski-og útróðrarmonnum í Grenå var sjálvur vitni til, at tveir av hansara starvsfeløgum doyðu á havinum síðstu nátt, tá báturin hjá teimum varð niðursigldur. Anders Nymann Jensen var sjálvur vitni til, at tveir av hansara starvsfeløgum fórust á havinum síðstu nátt. Hetta hendi, tá ein útróðrarbátur sakk út fyri stondini á Djurslandi í Danmark.

Útróðrarbáturin, sum teir báðir ? faðir og sonur - vóru við, stoytti saman við eitt svenskt farmaskip beint fyri mindnátt. Báðir endaðu í sjónum og doyðu, hóast roynt varð at bjarga teimum á lívi.

Anders Nymann Jensen, formaður í felagnum, har hesir báðir vóru limir, var sjálvur á útróðri síðstu nátt. Hann rpyndi á somu leið sum hesir báðir og gjørdist eisini eygnavitni til bjargingarroyndina.

- Hetta var ein rættiliga hørð uppliving. Eg legði mín bát upp at síðuni av farmaskipinum og sá, at tveir mans sótu í loðsleytaranum og hildu fast um eitt lík. Hetta var sonurin.

Anders Nymann Jensen sigur, at tá menninir, sum sótu í loðsleytaranum, høvdu hildið um unga danska fiskimannin í einar 20 minuttir, mistu teir takið. Antin tí, at tað var so kalt ? ella tí, at teir ikki orkaðu at halda líkinum meiri.

Anders Nymann setti nú ljóskastaran á líkið, til bjargingartyrlan kom og tók tað upp.

Líkið av pápanum var seinni eisini funnið á leiðini.

Anders Nymann Jensen upplivdi eisini at hoyra á VHF?inum, tá skipsbrotið var ein veruleiki.

- Tann eini fiskimaðurin rópti og segði, at útróðrarbáturin varð niðursigldur, og vit hoyrdu alt, sum hendi, tá báturin sakk. Hetta var rættiliga hart, sigur formaðurin hjá fiski-og útróðrarmonnum í Grenå, Anders Nymann Jensen.