Vit hava skyldu at traðka til, tá frælsið hjá øðrum er skert

Fólkaræði og frælsi er ein dýrabærur rættur. Og frælsa orðið hevur størri virði, enn vit dagliga geva gætur. Men frælsið hevur bæði ábyrgd og skyldur við sær. Ábyrgd at røkja tað við skynsemi og skili. Skyldu at traðka til, tá frælsið hjá øðrum er skert

2. mai skipaði Amnesty í Føroyum fyri sínum parti av alheims tiltakinum at savna inn undirskriftir, ið gera vart við mannarættindastøða í Kina. Eg varð biðin um at halda røðu í sambandi við tiltakið. Fólk savnaðust við sínum grundleggjandi lógartryggjaða rætti at fylkjast. Og vit nýttu høvið at mótmæla, somuleiðis við lógartryggjaðum rætti til talufrælsi.

 

Hendan sama rættin hava fólk í fleiri londum tíverri ikki. Og júst tað setur krøv til, at vit kenna ábyrgd at brúka okkara rætt at gera vart við tørvandi rættindini hjá øðrum.

 

Olympisku leikirnir, sum í ár skulu haldast í Kina, geva okkum eitt frálíkt høvi at gera vart við, at fólkinum í Kina tørvar hendan sama rættin at savnast, at mótmæla og at tala. Vit mótmæla ikki olympisku leikunum og harvið heldur ikki teimum túsundtals ítróttarfólkunum, ið hava stríðst og heiðurliga vunnið sær rættin at luttaka á aldargomlu og søguligu ítróttarleikunum, sum í øldir hava verið hildnir í fríðarinnar navni heilt aftur til gomlu grisku mentanina.

 

Heldur geva ítróttarfólkini og olympisku leikirnir okkum eitt høvi og ein miðil at seta fokus á tørvandi mannarættindi í vertslandinum.

 

Undir fíggjarlógarviðgerðini í farnu viku gjørdi eg vart við, at eg havi ein dreym. Ein dreym um einar samhaldsfastar og rættvísar Føroyar. Um eitt samfelag við sosialum tryggleika, javnstøðu og arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikum fyri øll. Eitt samfelag, har øll verða vird og har øll hava atgongd til arbeiðsmarknaðin og grundleggjandi samfelagstænsturnar. Eitt samfelag við væl útbúnum fólki og einum blómandi og virknum mentanarlívi. Ein samfelag, ið gongur á odda í umhvørvispolitikki og burðardyggari gagnnýtslu av tilfeinginum. Ja, í veruleikanum eitt vælferðarsamfelag, sum liggur á odda ímillum heimsins lond.

 

Í Kina finnast milliónir av fólki við líknandi dreymi. Men teimum tørvar rættin at bera hann fram. Sum støðan er í dag, ert tú í stórum vanda fyri at verða settur fastur og kanska enntá píndur, um tú ber tíni politisku sjónarmið fram á torg.

 

Tú og eg hava fullan rætt at leggja afturat okkara dreymi við at nema okkum kunnleika um onnur lond og aðrar skipanir í bókum og bløðum og á alnetinum. Í Kina sleppa fólk bert at lesa tað tilfar, sum stjórnin hevur góðkent, og alnetið er enntá stongt fyri upplýsingum, ið stjórnarvaldinum ikki dámar. Sjálvt teldupostar í Kina verða kannaðir av stóra filtrinum hjá kinversku myndugleikunum. Og tíverri spæla alheims fyritøkur, sum til dømis Google við í hesum ódemokratiska leiki.

 

Mítt ynski er, at fólkið í Kina fær sama møguleika at fylkjast og at mótmæla, sum tú og eg. At mótmælini saman við Olympisku leikunum fáa ávirkað valdið í Kina til veruliga at virða grundleggjandi mannarættindi, at fólkið fær talufrælsi og rætt til at ogna sær teir upplýsingar, ið tey sjálvi ynskja. Fólkaræði og frælsi er ein dýrabærur rættur. Og frælsa orðið hevur størri virði, enn vit dagliga geva gætur. Men frælsið hevur bæði ábyrgd og skyldur við sær. Ábyrgd at røkja tað við skynsemi og skili. Skyldu at traðka til, tá frælsið hjá øðrum er skert.