? Vit hava ongantíð viðurkent, at tað yvirhøvur er nøkur avtala gjørd ímillum okkum og sjúkrasystrarnar um leislubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.
Jóan Petur Davidsen, formaður í serlæknafelagnum í Føroyum, vísur avgjørdur aftur tí, sum bæði Kristian Magnussen, fyrrverandi landsstýrismaður, og Joan Ziskason, formaður í sjúkrasystrafelagnum, vísa á aðrastaðni í blaðnum í dag.
Tey finnast bæði at serlæknafelagnum fyri at tað skal vera lopið frá eini avtalu við sjúkrasystrafelagið og landsstýrið um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.
Tey siga, at avtala var ímillum partarnar á Landssjúkrahúsinum um eina tvístreingjaða leiðslu við lækna og sjúkrasystir á jøvnum føti ovast í hvørjum av deplunum, sum ætlanin er at skipa landssjúkrahúsið í
Vit spurdu formannin í serlæknafelagnum, hví tey eru lopin frá avtaluni við sjúkrasystrarnar.
Men Jóan Petur Davidsen sigur, at serlæknarnir eru yvirhøvur ikki lopnir frá nakrari avtalu.
Og tað er av teirri einfaldu orsøk, at tað hevur ongantíð verið nøkur avtala.
Formaðurin í serlæknafelagnum í Føroyum vísur sostatt avgjørdur aftur, at nøkur avtala skal vera gjørd ímillum serlæknarnar og sjúkrasystrarnar.
Jóan Petur Davidsen sigur, at serlæknafelagið í Føroyum hevur heilt einfalt ikki heimild at gera nakrar avtalur fyri serlæknarnar.
?Vit eru ein deild undir danska serlæknafelagnum.
? Og tað er einans tað danska móðurfelagið, sum hevur heimild at gera avtalu fyri serlæknarnir.
? Vit hava heimild at samráðast, men vit hava ikki heimild at gera nakra avtalu.
Formaðurin serlæknafelagnum sigur, at aftaná ósemjuna um DIOS kanningina, heitti landsstýrismaðurin í heilsumálum á tveir yvirlæknar og tvær sjúkrasystrar um at gera ein arbeiðsbólk, sum skuldi gera uppskot um bygnaðarbroytingar á Landssjúkrahúsinum.
Landsstýrismaðurin fekk eitt uppskot, sum hann so sendi til hoyringar.
Í uppskotinum, sum varð sent til hoyringar, vóru ymsar orðingar broyttar í tí, sum arbeiðsbólkurin hevði gjørt.
?Longu á hesum stiginum í viðgerðini rýkur botnurin undan teirri avtaluni, ið summir partar rópa seg uppá.
?Tá ið Kristian Magnussen fær svarini aftur, sigur hann, at tað er eitt, hann dugur at síggja, og tað er, at tað er semja um, at tað skal setast ein sjúkrahúsleiðari.
Jóan Petur Davidsen sigur, at einasta úrslit av hesum arbeiði var, at Jákup Mørkøre varð settur sum sjúkrahúsleiðari.
?Í hansara starvslýsing verður stórur dentur lagdur á, at hann skal gera ein nýggjan bygnað fyri Landssjúkrahúsið.
? Jóan Petur Davidsen leggur dent á, at ongin avtala er gjørd um leiðsluviðurskiftini.
Í uppskotinum, sum arbeiðsbólkurin gav Kristiani Magnussen, varð lagt upp til eina tveistreingjaða leiðslu.
? Men serlæknarnir hava ongantíð viðgjørt uppskotið og tí hava vit ongantíð givið okkara tilsøgn.
? Og tað einasta úrslitið, var at sjúkrahúsleiðarin varð settur.
Kolldømt
Formaðurin í serlæknafelagnum sigur, at tvístreingjaði leiðslubygnaðurin var heilt vanligur í 1996.
? Men síðani hevur ?sygehuskommisionens rapport? fullkomiliga kolldømt hesa leiðsluskipanina, tí hon virkar ikki.
Hetta var ein kanning av leiðsluviðurskiftunum á sjúkrahúsunum.
? Ein sama slag frágreiðing úr Noregi kemur til sama úrslit.
Síðani eru næstan allar leiðslur, sum eru skipaðar, skipaðar sum einstreingjaðar leiðslur.
? Tann felags leiðslubygnaðurin er fullkomiliga kolldømdur, tí hann virkar ikki.
? Vit hava ikki lagt so hart út við, at talan skal verða um ein lækna, sum sita við ovastu leiðsluni.
?Men tað er heilt avgerandi, at talan er um eina einstreingjaða leiðslu, tí felags leiðslubygnaðurin virkar ikki.
? Hann hoyrir heldur ongastaðni heima í nakrari teori um virkisfyriskipan, sigur formaðurin í serlæknafelagnum.
Hann hevur ikki stórvegis viðmerkingar til mótmælini frá sjúkrasystrarnar.
Uttan tað, at í øllum londum um okkara leiðir er tað arbeiðsgevarin, sum leiðir og fordeilir arbeiði.
? Og allar royndir vísa, at felags leiðslur virka ikki. ? Tað er bara onkustaðni í heilsuverkinum onkrar restir av slíkum leiðslubygnaði eru eftir. ? Tí er ein felags leiðsla á Landssjúkrahúsinum deyðadømt frammanundan, sigur Jóan Petur Davidsen.