Vit hava nokk av pengum

- Tað stendur væl til fíggjarliga í Tórshavnar kommunu, so eg dugi als ikki at síggja hví vit skulu smekka kassan í, sigur Heðin Mortensen, sum leggur afturat, at tá tíðirnar gerast verri, má kommunan skapa virksemi

Í mun til Høgna Mikkelsen, metir borgarstjórin í Havn, at tað nokk skal bera til at gera tær íløgurnar, ið standa fyri framman.

- Kommunan hevur onga skuld. Onki er lænt og tí meti eg als ikki, at vit skulu byrja at spara, tá tað gongur seinni í samfelagnum, sigur javnaðarmaðurin. Hann leggur afturat, at fólkagrundarlagið ger nógv fyri, at kommunan hevur rímiligar fíggjarligar karmar, men fíggjarlógin verður lækkað eitt sindur, fyri at tryggja seg eitt sindur.

Sitandi borgarstjóri er eisini sannførdur um, at teir hava gjørt tað rætta við at økja um umsitingina, sum hann tó ikki metir skal vaksa meira.

- Tá vit byrjaðu í hesi samgonguni, var umsitingin alt ov lítil. Fólkini høvdu alt ov nógv at gera, og bíðilistarnir vóru so ótrúliga langir, tí ongin umsiting var at taka fatur í tað. Men nú er umsitingin sum hon skal vera, so hon verður nokk heldur ikki vaksin, greiðir borgarstjórin frá.


Hava gjørt alt tey skuldu

Borgarstjórin í Havn metir ikki, at tey hava klandrast so illa í samgonguni. Hinvegin metir hann, at tað hevur verið sera friðarligt.

- Vit hava fingið øll tey málini ígjøgnum, sum samgongan setti sær fyri. Í mun til undanfarnar samgongur, har øll hava kunna fylgt við klandrinum í bløðunum, so hevur tað ikki verið soleiðis hjá okkum. Hini málini, har vit ikki hava verið samd, eru mál, sum hava stungið seg upp brádliga, og mann kann sjálvandi ikki geva fólkið munnkurv og tí eru fólk ikki altíð samd, greiðir Heðin Mortensen frá. Hann nevnir eisini, at fíggjarlógin er samtykt við fyrstu viðgerð.


Klár at halda fram

Heðin Mortensen metir, at núsitandi samgonga hevur góðan møguleika at halda fram, og hon skal í gongd við nógv onnur mál.

- Vit nýta og hava nýtt nógva orku til ítrótt og skúlar. Hesi hava nú fingið tað mesta av tí, ið krevst fyri ein høvuðsstað, so nú koma vit til næstu málini, tað verður serliga tónleikurin og tey eldru, sigur Heðin Mortensen.