Higartil er vælstandur á UEFA Ranking listanum hjá føroysku felagsliðunum, ið kappast í evropeiskum fótbólti í summar.
Sigrar geva 0,250 stig og javnleikir geva 0,125 stig.
Báðir sigrarnir hjá Víkingi á Europa FC, sigrarnir hjá B36 á heimavølli á Borac Banja Luka og Tre Fiori, sigurin hjá HB á heimavølli á Newtown AFC, sigurin hjá KÍ á heimavølli á Bodø/Glimt og javnleikurin hjá KÍ móti Sutjeska á útivølli hava higartil givið føroyska UEFA Ranking roknskapinum 1.625 UEFA Ranking stig.
Komandi mikukvøld tekur KÍ móti Sutjeska á heimavølli, og ólavsøkuaftanskvøld spælir B36 á útivølli móti Tre Fiori og Víkingur á útivølli móti Streda. Møguleikin at tryggja okkum enn fleiri UEFA Ranking stig skuldi avgjørt verið til staðar.
HER sæst UEFA Ranking roknskapurin higartil fyri 20 tey aftastu londini í evropeiskum felagsfótbólti. Vit eru í løtuni nummar 42 av teimum 55 londunum:
##med2##