- Nú fara allar ódnirnar inn í Meksikoflógvan, og tær koma ikki víðari út í Atlantshavið. Men ódnin Alex kom fram við strondini, út í Atlantshavgið, og legði seg vestan fyri Írland, har hon blokeraði lágtrýstunum. Tað gjørdi, at eitt hátrýst bygdi seg upp á okkara leiðum og gav okkum gott veður, sigur Petur Skeel.
- Tískil hava vit brúk fyri einari ódn, sigur Petur Skeel.
Onki røkist tó fyri, at vit fáa nakra ódn fyribils. Streymurin í lufthavinum er háttaður soleiðis í løtuni, at allar ódnirnar fara inn í Meksikoflógvan.
MYNDATEKSTUR: - Lágtrýstini koma frá New Foundlandi og hendavegin. Um ein ódn hevði lagt seg vestan fyri Írland, so hevði tað givið okkum eina eysturætt, og harvið høvdu lágtýstini ikki sloppið framat Føroyum. So hevði gott veður verið í umbúna í Føroyum, sigur Petur Skeel, veðurfrøðingur á Sosialinum
Mynd: Bárður