Vit gita: Føroyar spæla við tveimum áleyparum

Manslandsliðið: Nógv bendir á, at føroyska liðið fer at spæla við tveimum áleyparum í kvøld

Mynd: (FSF)

Føroyar spæla í kvøld EM-undankappingardyst móti Albania á Tórsvølli. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur boðað frá at føroyska liðið broytir spælskipan til dystin í kvøld. Hann legði afturat, at tað hevur verið avtalan allatíð.

 

Spurningurin er so hvørja spælskipan Håkan Ericson ætlar, at føroyska liðið skal spæla í kvøld. Nógv bendir á, at trýmans miðverjan verður slept og ein spælari verður fluttur fram í álopið. Eitt slag av 4-4-2 ella 4-4-1-1.

 

Teitur M. Gestsson fekk ein snudd í dystinum móti Kekkia, men sum skilst, so verður hann klárur til dystin í kvøld. Næstur honum á landsliðnum er Mattias H. Lamhauge, men tað verður ikki hesu ferð, at hann fær kjansin.

 

Í verjuni er hevur Gilli Rólantsson leikbann og upplagdi avloysarin er Hanus Sørensen úr HB. Í miðverjuni skal ein veljast frá. Helst verður tað Gunnar Vatnhamar, tí hann kann eisini spæla á miðjuni.

 

Tað ljóðar, at Jóannes Bjartalíð hevur ein snudd og møguliga verður valdur frá til liðuppstillingina í kvøld. Í hansara stað verður tað helst René Shaki Joensen, sum verður fluttur av sentrala miðvøllinum, so Gunnar Vatnhamar kann koma inn við síðuna av Jákupi B. Andreasen.

 

Landsliðsvenjarin hevur boðað frá, at Jóan Símun Edmundsson kann spæla fleiri enn teir nakrar og 30 minuttirnar, sum hann fekk móti Kekkia. Tí er upplagt at toftamaðurin byrjar inni. Klæmint A. Olsen sat á bonkinum allan dystin móti Kekkia og er tí eisini eitt gott boð at byrja inni.

 

Onnur boð eru Sonni Ragnar Nattestad í miðverjuni, Stefan Radosavljevic á miðjuni og Petur Knudsen sum ein av tveimum teimum fremstu.

 

Vit gita: (4-4-2) Teitur M. Gestsson – Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen

 

Mynd: (FSF)