Tað er ein tíð síðani, at SAS segði upp Eurobonus-avtaluna við Atlantsflog. Tá tað kom út í gjár, valdi Atlantsflog at boða frá uppsøgnini – og at felagið er í ferð við at gera sína egnu skipan
– Tað er nakað síðani, at vit fingu uppsøgnina frá SAS. Men tá vit í gjár sóu, at tíðindi vóru úti á netinum, so valdu vit at senda tíðindaskrivið út.
Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.
– Vit tóku til eftirtektar, at vit høvdu móttikið uppsøgnina, men settu tað líkasum á "hold", tá vit frættu um krøvini úr Vinnumálaráðnu, sigur Jóhanna á Bergi.
Men tá tað kom út í gjár, og tá tað nú eisini stendur á heimasíðuni hjá Eurobonus, sum sendu vit tíðindaskrivið út um, at vit fara at gera okkara egnu og nógv betri skipan, sigur hon.
Tá fólkini frá SAS vóru í Føroyum fyrr í vetur søgdu tey, at tey ikki vildu kappast upp á prís, men at tey høvdu aðrar skipanir, so sum Eurobonusskanina at egna við.
Jóhanna á Bergi sigur, at hon tá merkti sær, at onkur av føroysku tíðindafólkunum gjørdi SAS-fólkini varug við, at Atlantsflog var upp í Eurobonusskipanini hjá SAS.
– Tað vistu tey eftir øllum at døma ikki. Men nú er støðan tann, at SAS hevur sagt upp samstarvið, og tí eru vit nú í ferð við at gera okkara egnu skipan, sum verður ordiliga góð, vissar stjórin í Atlantsflog.
– Vit blanda okkum annars ikki upp í tað politiska í hesum máli, tað mugu onnur taka sær av.