Nú vónir tykjast vera fyri eini endaligari undirskriving av marknasáttmála millum Føroyar og Bretland og ein útbjóðing harvið verður aktuell eru feløg í oljuvinnuni so spakuliga farin at vísa Føroysum ans. Eitt av hesum feløgum er tað danska ES-VAKT, sum er eitt reiðarí, ið arbeiðir í frálandavinnuni, serstakliga í danska partinum av Norðsjónum.
Nú um dagarnar vórðu umboð fyri felagið á eini kunningarferð í Føroyum. Við í ferðalagnum var føroyski stjórin, Ovin Carlsson umframt ein av oddamonnunum í felaganum, fyrrv. fólkatingsmaðurin Kent Kirk, sum eisini hevur røtur í Føroyum.
Ovin Carlsson sigur við Sosialin, at teir komu til Føroyar fyri líkasum at ?sondera terrengið?. -Vit arbeiða ikki enn við nøkrum ítøkiligum ætlanum í Føroyum, men tað er altíð rætt at kunna seg um viðurskiftini sigur hann og vísir á, at teir hitti umboð fyri ymisk feløg. Eisini stukku teir inn á gólvið hjá løgmanni, men tað var meira í privat, tí Kent Kirk vildi fegin hitta føroyska floksfelagan, Anfinn Kallsberg.
AP Møller eigur
ES-Vagt, hvørs fulla heiti er ?Esbjerg Vagtskibsselskab? eigur 11 skip og hevur 2 nýggj í gerð. Hetta eru skip, sum arbeiða í frálandavinnuni.
Óbeinleiðis er tað AP Møller samtakið, sum eigur fyritøkuna. Eigaraviðurskiftini eru soleiðis háttað, at bjargingarfelagið Switzer, sum AP Møller eigur fult og heilt, hevur 75% av partapeninginum í ES-Vagt, meðan ein privat fyritøka í Esbjerg, ESE Holding eigur hini 25%.
Ovin Carlsson hevur verið stjóri í ES-Vagt síðani 1997 og hevur hann ikki færri enn 175 fólk í arbeiði. Sjálvur er hann føddur á Tvøroyri men hevur stóran part av lívi sínum arbeitt á sjónum. Hann hevur siglt sum stýrimaður og skipari hjá AP Møller í mong ár men hevur eisini arbeitt í landi. Hann hevur verið 5 ár í Onglandi og 2 í Hálandi, so talan er hevur verið um eitt rættiliga spennandi og fjølbroytt arbeiðslív.
Sjálvur heldur Ovin, at starvið sum stjóri í ES-Vagt er áhugavert og eisini ein stór avbjóðing, og hann dylur heldur ikki fyri, at sum føroyingar er tað spennandi at fylgja við gongdini í Føroyum.
-Eg síggi og hoyri, at optimisman er komin fyri seg aftur , og so er oljan kanska heldur ikki so langt burturi!
Hóast hann ikki beinleiðis hevur gjørt sær so nógvar tankar um eitt komandi føroyskt oljuævintýr, so er tað náttúrligt, at Ovin Carlsson eisini hevur Føroyaøkið í huganum, tá talan er um at fáa nýggjar arbeiðsuppgávur í framtíðini.
-Vit hyggja sjálvandi eisini eftir Føroyaøkinum, og tað verður so sjálvandi eisini við føroyingum umborð sigur hann og vísir á, at fleiri føroyingar í løtuni sigla við skipunum hjá ES-Vagt.
Hann leggur aftrat, at teir hava fylgt við gongdini í Føroyum og bíða nú við spenningi eftir, at markið skal koma uppá pláss - fyri síðani at lata upp fyri fyrstu útbjóðing.
Ovin Carlsson veit, at tá oljufeløgini fara at gera seg út til at bora, tá verða eisini boð eftir reiðaríunum, sum hava skip til at tæna frálandavinnuni tað verið seg hjálparskip, vaktarskip ella supplyskip.
Følarar úti
Vanliga er hetta nakað av tí síðsta, sum kemur upp á pláss undan eini boring, men hjá ES-Vagt halda teir kortini, at tað longu nú er týdningarmikið at hava følarar úti og kunna seg við víðari gongdina í Føroyum.
Hvussu langt eru teir so komnir við at fáa samband við føroyskar fyritøkur!
Ovin Carlsson: -Vit royna sjálvandi at vera klárir til útbjóðingina og halda møguleikan opnan fyri samstarvi við føroysk virki. Men hóast føroyska økið tykist áhugavert, so fara tað at ganga nøkur ár, til olja møguliga verður funnin og framleiðsla kann byrja.
Sum sjómaður og við drúgvum royndum innan frálandavinnu heldur Ovin Carlsson, at hetta føroyingar eru vælegnaðir til at taka sær av tí partinum av frálandavinnuni, sum hevur við veitingar- hjálpar- og vaktarsskip av ymsum slag at gera.
Uppá fyrispurning um ikki føroysk virki sjálvi eru før fyri at átaka sær hesar uppgávu sigur Ovin Carlsson, at tað sjálvandi vilja vera uppgávur, sum kunnu gerast her, men vísir samtíðis á, at oftani verður hetta við skipum í frálandavinnuni blanda saman í ein ellibita. Tí tað er munur á einum hjálparskipi, ið skal liggja við eina ómannað installitión og so eitt vaktarskip, ið skal kunna savna fólk upp í eini vanlukkustøðu. Hann vísir á, at Tor í Hósvík, sum hevur lagt seg eftir at hava hjálparskip, hevur klárað seg væl í so máta.










