Vit fara upp úr skotgrøvini

Randi í Jógvanstovu

Umboðan á fólkatingi er ein grundlógartryggjaður rættur, føroyingar hava, og skal hesin rættur verða brúktur á skilagóðan og virðiligan hátt, ikki sum tað hevur gingið fyri seg tey seinastu árini. Fjákalótir og rumbul til onga verðins nyttu.
Sokallað mál eru løgd fram ferð eftir ferð, einans við tí endamáli at halda gang um alt og einki.
Virðingin fyri fólkatingssessinum er farin "sín vej", og tað fer at taka langa tíð at byggja upp aftur álitiðið á føroysku fólkatingsumboðini.
Men Javnaðarflokkurin er til reiðar. Vit ætla at nýta hetta gylta høvið til frama fyri føroyingar. Vit ætla ikki at brúka tíðina upp á at grava gomul trøll fram, men fara at líta frameftir, tjóðini til frama.
Vilt tú verða virðiliga viðfarin, eigur tú at fara virðiliga fram. Fram kemur hann, ið hóvliga fer.
Á fólkatingi fer Javnaðarflokkurin at opna dyr, ikki at smekka tær í og soleiðis útiloka okkum sjálvi, sum tað hevur verið gjørt alt ov leingi.
Veljið eitt umboð fyri Javnaðarflokkin á fólkating.
Gott val.