- Tá ið tú fert á konsert hjá Eivør, fert tú ongantíð skeivur. Heldur ikki í kvøld í Christianskirkjuni, og seinni í Gøtu Kirkju.
Soleiðis er skoðsmálið hjá Dáva Winther, mentanarleiðara hjá Klaksvíkar Býráð eftir konsertina við Eivør Pálsdóttir í Christianskirkjuni í dag.
Saman við gentukóri úr Klaksvík og Eystankórinium bergtók Eivør enn eina ferð fullsettu Christianskirkjuni, sum er góð við Eivør. Stundum stóðu tey við altarið og stundum uppi við urguna og sungu. Eivør sang solo við undirspæli hjá Kristoffer Myre Eng og annars saman við kórunum báðum.
- Og Eivør gav tað hon átti, tað bleyta, mjúka, heita, hvassa og tað harða. Og Halga Nátt við einum øðrum flogi saman við Kóri, og har dynakmikkurin, við skiftandi ljóðstyrki, slapp at royna seg ? og Eivør dugur síni ting! Men uttan eitt vælsyngjandi Eystankór og Gentukórið úr Klaksvík, so var konsertin ikki so fjálg, sum hon gjørdist, sigur hann.
Kórleiðari var Petur Martin Johannesen.
- Tað er altíð serliga jólaligt at vera til jólakonsert í Christianskirkjuni í Klaksvík, og so varð eisini hesa ferð. Hetta tí, at kirkjan er so frágera vøkur og stórbar, og tá ið tú so sleppur at syngja við, har urgan leikar væl saman við góðum kórum ? ja, so eru jólini nær og lundin glað, sigur Dávur Winther.